Ambulanta viðgerð fyri rúsevnistrupuleikar

Okkara ambulanta viðgerð er vanliga ein 6 vikurs viðgerð + eftirviðgerð í eitt ár.

Viðgerðin er frá 8 – 12 allar yrkadagar í 6 vikur og so 1-1½ tíma, eitt kvøld pr. viku, í eitt ár.  

Viðgerðartíðin kann sjálvandi leingjast um tørvur er á tí.

Klienturin býr heima og kann vera til arbeiðis ella gera annað meiningsfult (t.d. vera hjá sínum børnum) restina av degnum.

Vit hava tvey kømur sum vit kunnu leiga út til klientar av bygd um brúk er fyri tí; hesir klientar eru tó framvegis í ambulantari viðgerð og hetta má ikki fatast sum stovnsviðgerð við øllum sum hoyrir tí til (náttarvakt, kostveiting o.a).

Nógvir fyrimunir eru við ambulantari viðgerð fyri teir klientar sum klára henda viðgerðarform:

  • ·        “Gáttin” verður lægri. Tað er vælkent at nógv aftra seg sum longst, at leggja seg inn á viðgerðarstovn. Tað er eitt so stórt stig at taka tá mann má verða heilt burtur frá arbeiðinum og familjuni í nógvar vikur. Tað vísur seg at verða nógv lættari at fara í viðgerð um ein kann verða til arbeiðis ½ tíð, búgva heima, vera saman við familju og vinum og vera heilt leysur frá viðgerðini í vikuskiftunum.
  • ·        Ambulant viðgerð er serliga vælegnað til fólk sum hava arbeiði og til einlig foreldur, tí hesi hava so nógv týdningarmikið at fara frá, og hava so nógvar fyrimunir av at kunna røkja arbeiðið og børnini, samstundis sum tey fáa neyðuga viðgerð fyri teirra trupuleikar. Hetta verður munandi styrkt um tann stovnur ella arbeiðspláss, sum ávísir klientin at fara í viðgerð, arbeiðir aktivt saman við viðgerðarstovninum og hevur síni egnu mál við viðgerðini. T.d. eitt arbeiðspláss, sum vil rehabilitera og varðveita ein persón á arbeiðsplássinum og, sum part av hesum, sendir persónin í viðgerð; ella ein barnavernd, sum sendir eina mammu (ella pápan ella bæði foreldrini) í viðgerð, sum liður í einum størri rehabiliteringsarbeiði fyri eina familju. Í tílíkum førum arbeiða vit fyri at upprætta ein sáttmála millum uppgávugevaran, klientin og okkum, har vit samstarva í viðgerðartíðini (min. 13½ mánað); m.a. rapportera broytingar í tilgongdini til hvønn annan og á tann hátt skjótt kunnu gerða eina málrættaða terapeutiska atgerð um neyðugt.
  • ·        Tann ambulanta viðgerðin verður ein partur av dagligdegnum. Arbeiðs- og familjulívið er alla tíðina nær. Hetta merkir, at tað, klienturin lærir seg í viðgerðini, kann hann beinanvegin praktisera á arbeiðinum og heima. Umvent kunnu ymsir trupuleikar, sum klienturin upplivir á arbeiðinum ella heima, beinanvegin takast upp í viðgerðini. Hetta er sera nyttugt terapeutiskt og pedagogiskt at á henda hátt kunna skifta millum “teori og praksis” - millum veruleikan og terapeutiskan stuðul til neyðugar broytingar í fatan og atburði.
  • ·        Familjuviðgerð er við sum fastur táttur í okkara ambulantu viðgerð (sí lýsing av familjuviðgerðini longur frammi). Hetta ber í sær at tey nærmastu avvarandi (kann eisini vera vinir) fáa tilboðið at koma 6 x 3 tímar til kunning og bólkasamrøður um hetta at vera avvarandi til ein misbrúkara. Fokus er á teirra egnu støðu - ikki primert støðuna hjá misbrúkaranum. Í familjuviðgerðina ingongur 1 ár eftirviðgerð (1-1½ tíma pr. viku í eitt ár)

Vit grunda okkara ambulantu viðgerð á at alkoholisma og annað rúsevnisbundni eru sjúkur, so sum hetta verður lýst í ICD 10, diagnosuskipanini hjá WHO og í DSM 4, diagnosuskipanini hjá APA (American Psychiatric Association. Tann lekingarskrá sum vit arbeiða eftir, grundar seg á Tey Tólv Stigini hjá Anonymum Alkoholikarum, kognitiva terapi og Relapse Prevention Terapi. Hetta seianasta merkir at vit læra okkara klientar at betri skilja teirra veiku síður viðvíkjandi afturstigi (til misbrúk) og at læra tey at handfara veiku síðurnar betri. Onnur lyklaorð um ambulantu viðgerðina eru: smáir bólkar (ikki yvir 8 fólk í hvørjum bólki); holistiska menniskjufatan; individuellar viðgerðarætlanir og virðing frá báðum síðum.

Alkoholisma og annað rúsevnisbundni er, eftir okkara fatan, BioPsykuSosialar sjúkur. Við øðrum orðum sjúkur sum raka allar síðurnar hjá einum persóni. Klienturin fær sjúkueyðkenni bæði likamsliga, sinnisliga, kensluliga, sosialt, familjuliga og andaligt. Tað er tí sera umráðandi at viðgerðin vendir seg til allar síðurnar hjá persóninum og vit royna at stimbra lekingartilgongdini í øllum spektrinum.

Hóast øll sum hava hesar sjúkur hava nógv sum líkist,- so nógv, at til ber at hava klientarnar í bólkaviðgerð,- so er eisini nógv sum er individuelt. Tí gera vit inidividuellar viðgerðarætlanir fyri hvønn persónin sær, og tí hava vit regluliga einstaklingasamrøður við hvønn klient sær, fyri at fylgja upp júst teirra viðgerðarætlan, og eisini fyri at hava eitt høvi at viðgerða ymiskt av meira privatum karakteri.

Tað er eitt krav at klienturin gongur á AA fundir (ella líknandi) regluliga í allari viðgerðatíðini (min. 13½ mánað). Vit útskriva klientin um viðkomandi ikki uppfyllir hetta kravið.

Hetta kravið grundar seg á okkara fatan at alkoholisma er ein kronisk sjúka og tað tí er altumráðandi at persónurin hevur eitt munagott amboð hann kann brúka alt lívið. Hetta verður ofta samanborið við støðuna hjá diabetessjúklinginum: hann má eisini skilja at hann má taka insulin regluliga alt lívið eftirsum hansara sjúka er kronisk og ólekilig.