Eftirskúlalívið

Lívið á eftirskúlanum

Kom við og mynda fyrsta eftirskúlan av hesum slag í Føroyum. Eitt ár við meining, har tú kanst fáa vinir fyri lívið. Tað verður spennandi og mennandi, við upplivingum bæði í Føroyum og úti í heimi. Her hendir altíð okkurt, eingin orsøk er at keða seg. Vit læra, vit uppliva, vit geva víðari, vit eru saman. 

Næmingurin býr á skúlanum. Næmingurin lærir at taka sær av sínum egna likami. Syrgt verður fyri heilsugóðum kosti,  og at næmingurin fær eitt økt tilvit um mat og matmentan.

Svøvnur er avgerandi fyri at kroppurin byggir seg sjálvan upp, dentur verður tí lagdur á góðar svøvnvanar, hóast onkur "allnighter" viðhvørt er uppá sítt pláss.

Almenna tilmæli til rørslu er 30-60 min um dagin. Dentur verður lagdur á, at einstaki næmingurin upplivir rørslu sum jaliga. 

Á Brúnni sleppa næmingar heim trý vikuskiftið um mánaðin. Hvørt síðsta vikuskifti í mánaðinum, eru næmingarnir á skúlanum, undantikið í decembur og juni. Vikuskiftini næmingar eru á skúlanum, verður skipað fyri tiltøkum, ið næmingarnir sjálvir kunnu vera við til at mynda og taka lut í. Tá er umráðandi at vera við uppá tað.

Sum kristin eftirskúli er bíblian, bøn og tilbiðjan ein náttúrligur partur av gerandisdegnum. Vit vilja eggja til andaliga búning og vøkstur.