Eftirviðgerð

Okkara eftirviðgerð er 1 ára long. Eftirviðgerðarfundur er 1-1½ tíma eitt kvøld pr. viku, undir leiðslu av royndum viðgera. Fyri avbygdafólk hava vit alternativið at tey kunnu koma einaferð um mánaðin ein ½ dag. Vit meta, at eftirviðgerðin hevur minst líka stóran týdning sum primerviðgerðin. Fólk sum nýliga eru blivin edrú, og avvarandi sum hava fingið familjuviðgerð, hava nógvar uppgávur fyri framman um tey skulu eyðnast at fáa eina veruliga broyting í lívsmynstrið. Vandin fyri afturstigi er sera stórur. Tey skulu nú liva “normalt” á ein skilagóðan hátt,- ofta fyri fyrstu ferð í lívinum. Nógv er sum tey mugu broyta. Familjulívið er aloftast avskeplað. Tey hava mestsum bert misbrúkandi kammeratar og vinfólk, sum illa duga at stuðla edrúiligheitini. Eisini relatiónirnar á arbeiðsplássinum eru ofta avskeplaðar. Fíggjarliga eru tey ofta illa fyri. Alt hetta, og meira afturat, má broytast í positivan og uppbyggjandi rætning. Men fyrst og fremst mugu tey broyta sín egna hugburð og teirra hátt at handfara sítt egna kenslulív. Hetta hava tey hoyrt nógv um í preimerviðgerðini. Men nú skal tann teoretiski kunnleikin gerast um til ein livandi veruleika. Tað er ongantíð lætt og øll gerða síni mistøk, sum lættliga kunnu enda í einum álvarsligum afturstigi. Tí er tað sera umráðandi at hava tann neyðuga stuðulin hesa tíðina. Ein av okkara klientum úttrykti seg nakað soleiðis: “Tá eg bleiv edrúur, aftaná nógv ár í misbrúki, skuldi eg liva “normalt”, - og tað er tað torførasta eg nakrantíð eri farin í holt við! Eg hevði snøgt sagt ongar royndir av tí!” Eftirviðgerðin er í bólki. Evnini sum verða viðgjørd eru útfrá tí klientarnir uppliva í teirra gerðandisdegi. Tað er tað tey uppliva “her og nú” sum hevur størsta týdning at læra seg at handfara á ein skilagóðan hátt. Umframt bólkasamrøður verða eisini fyrilestrar um viðkomandi evni og skrivligar uppgávur verða viðhvørt givnar sum heimaarbeiði til næsta eftirviðgerðarfund. Møguleiki er alla tíðina hjá klientunum at fáa einskildar samrøður við viðgera.