Familjuviðgerð,- herundir viðgerð fyri “Vaksin Børn”

 

Okkara familjuviðgerð er bólkaviðgerð, tó við møguleika fyri persónligum samrøðum við viðgera.

Viðgerðin er málrættað til fólk sum hava liva, ella liva, í familjum har misbrúk, ella annar dysfunktionalitetur, fyrikemur.

Klientarnir eru vanliga makar ella børn hjá alkoholikarum. Ofta makar og børn hjá okkara klientum, sum eru í viðgerð fyri rúsevnistúrv. Hesi fáa altíð tilboðið familjuviðgerð, eftirsum teirra avvarandi er í viðgerð - og tá kostar tað ikki eyka. Men tað er eisini sera vanligt at okkara klientar fara í familjuviðgerð uttan at hava nakran avvarandi sum er í viðgerð. Tað kann td. vera onkur sum vaks upp í ørkymlandi familjuumstøðum (vegna alkoholismu, annað misbrúk ella umsorgansvík). Tey uppliva trupuleikar í teirra lívi vegna teirra samband við misbrúk. Hesir trupuleikar kunnu vera sera ymiskir.; tað kann snúgva seg at tey hava tungar kenslur, so sum skomm, skuldarkenslur, sorg og vreiði. Summi uppliva at tey ferð eftir ferð knýta seg til misbrúkarar ella onnur sum ikki taka ábyrgd av sær sjálvum. Fleiri eru eisini sokallaði “vaksin børn”, t.v.s. uppvaksin í einari sjúkari familju; hesi merkja ofta sviðan av at ikki hava tann førning sum vit eiga at fáa í uppvøkstrinum. Tey eru ofta ótrygg; hava ringt við at hava álit á sær sjálvum og øðrum; duga illa at samskifta um persónlig, kenslulig viðurskifti á nøktandi hátt; tann etiski og andaligi hugburðurin er ofta avskeplaður og destruktivur og tey uppliva seg at hava lágt sjálvsvirði.

Familjuviðgerðin er eitt heilt sjávstøðugt viðgerðartilboð. Tað ber væl til hjá einum at taka hesa viðgerð hóast ein møguligur nærstandandi misbrúkari einki vil gera við sína støðu. Ikki er óvanligt at ein heil familja fær hjálp, við at ein avvarandi fyrst fer í familjuviðgerð. Seinri kemur so alkoholikarin ella misbrúkarin. Tað ræður um at hjálpa tí sum er motiveraður at taka ímóti hjálpini.

Innihaldið í familjuviðgerðini er kunning um destruktiv mótvegis frískum familjumynstrum og bólkaviðgerð har tey hava høvi at arbeiða við sínum egnu negativu mynstrum og fáa vitan og stuðul at gerða ynskiligar broytingar. Familjuviðgerðin er 6 ferðir 3 tímar.

Vit viðmæla nærum altið inniliga, at tey sum hava verið ígjøgnum familjuviðgerðina eisini ganga eitt ár í eftirviðgerð (lýsing av eftirviðgerðini niðanfyri).