Ta­ ringasta t˙ gert, er einki at gera ...

 
 

Vi­ger­arstovan Br˙gvin

 
 

Er ein fyritøka sum veitir viðgerð og ráðgeving til fólk sum hava rúsevnistrupuleikar og til avvarandi.

 

Vit ráðgeva eisini arbeiðsplássum, fyritøkum, barnaverndarnevndum, felagsskapum, skúlum o.ø í misbrúksspurningum.
 

Viðgerðin er ambulant tvs. fólk búgva heima og kunnu arbeiða i minst ½ tíð samstundis sum tey eru í viðgerð. Tað merkir eisini at vit ikki kunnu arbeiða við tungum abstinenstrupuleikum; fólk við hesum trupuleikunum eiga fyrst at vera á einum døgnstovni har tey, við læknahjálp, vera avrúsaði; síðani kunnu tey halda áfram við viðgerðini her.

---------------------------------

Eg, sum eigi og reki Viðgerðarstovuna Brúgvin, eiti Carl August Arge.

Eitt sindur um meg sjálvan:

Eg havi arbeitt við viðgerð síðani 1989. Tey fyrstu árini bert við alkoholikarum og narkomanum - síðani eisini við avarandi til alkoholikarar og við "vanligum" familjum - ikki minst pørum.

Arbeiddi 1989 - 1994 á Lindalen Behandlingshem í Svøríki (www.lindalen.com). Har fekk eg mína grundútbúgving.

Las til addictolog á Korpberget 1993-1994 (www.korpberget.com)

Lærdi til Frigörande Andningspedagog 1994-1995 (www.waxthuset.se)

Tók serútbúgving í fyribyrging av afturstigum (Relapse Prevention Terapy) í 1995 - 1996 (www.cenap.com).

Eg fekk í 1996 altjóða sertifikat sum alkohol- og narkotikaviðgeri (www.icrcaoda.org).


Umframt havi eg tikið nógv minni skeið, m.a. innan akupunktur og diagnostisering

Eg havi síðani 1995 havt egna viðgerðarstovu. Tey fyrstu árini í Svøríki og síðani 2001 í Føroyum