Kravdar breytir

Kravdu breytirnar eru #SAMAN og #MEINING. Á hesum breytum innganga ávikavist søga og samfelag og ítróttur og heilsa. Hvør breyt er 8 tímar um vikuna.

#SAMAN

Breytin #SAMAN snýr seg um einstaklingin í samfelagnum. Arbeitt verður á samfelagsligum grundarlagi, har ymisku samfelagsøkini td. vinna, politikkur, familja, og list verða viðgjørd bæði frá einum teoretiskum, praktiskum og kristnum holistiskum sjónarhorni. Næmingurin fær eina fatan av týdninginum og leiklutinum hjá hvørjum samfelagsøki.

Eisini verður hugt at, hvussu einstaklingar og felagskapir kunnu ávirka eitt samfelag. Hvørja ávirkan hava ymsar hugsanir havt á samfelagið, og hvussu kann einstaklingurin taka samfelagsliga ábyrgd. Næmingarnir fara við undirvísara og hjálparfólki út at vitja ymsar stovnar, fyritøkur og felagskapir í Føroyum.

#MEINING

Breytin #MEINING tekur støðið í kristnari holistiskari menniskjafatan. Við heilsufrøðiligum serkunnleika, verður arbeitt heilsufremjandi. Næmingurin fær frálæru í likamligari, sálarligari, andaligari og sosialari heilsu. ABC fyri sálarheilsu verður brúkt sum amboð. Sí nærri á folkaheilsuradid.fo.

Næmingurin verður avbjóðaður til at finna meining við egnum eginleikum og gávum, har endamálið er at koma útum seg sjálvan og gera ein sosialan mun fyri onnur. Eisini verður hugt eftir sosialum og samfelagsligum avbjóðingum hjá nútíðar menniskjanum. Saman við undirvísara og hjálparfólki fara næmingar at vitja hjálparfelagskapir, áhugafelagskapir og stovnar í Føroyum.