Metingar og motivatiónssamrøður við tilmæli um viðgerðarætlan

 

Av fleiri orsøkum vil eg, at øll, sum kanska skulu í viðgerð fyri rúsevnistrupuleikar, fyrst koma til hesar samrøður.

  • Nógv menniskju ivast í um tey hava rúsevnistrupuleikar, og av hvørjum slagi og tyngd, hesir í so fall eru. Tá er sera viðkomandi at gera eina professionella meting av teirra støðu. Eisini er av stórum týdningi at kunna avgera um viðkomandi klárar ambulanta viðgerð ella um stovnsviðgerð er tað rættara alternativið
  • Álitið til, og kunnleikin um, viðgerð er oftast sera lítil hjá flestu klientum. Hesar samrøður eru frá 2 til 4 ferðir á 1,5 tíma hvørja ferð. Aftaná er bæði álit og kunnleiki munandi broytt til tað positiva. Viðhvørt má staðfestast, at sjálvt um trupuleikin er veruligur, so er motivatiónin so vánalig, at skeivt hevði verið at byrja eina viðgerð nú.
  • Metingin umfatar ikki bert sjálvan rúsevnistrupuleikan, men gevur eina nógv meira umfatandi mynd av persóninum og almennu støðuni, m.a. kortlegging av psyko-sosialu støðuni við serligum atliti til strongd- og kreppustøðuna; um persónurin líður av angist og/ella depressión; meting av heilivágsbrúki/-misbrúki; viðgerðarsøguni o.s.frv.

Hetta hevur stóran týdning fyri viðgeraran, tá hugsast skal um hvussu viðgerðin skal leggjast til rættis, hvørji mál og deilmál eru fyri viðgerðini, hvør arbeiðsháttur er bestur fyri hendan klientin o.s.frv.

  • Klienturin fær eintak av mínari meting við tilmæli um viðgerðarætlan, og kann útfrá hesum sjálvur taka støðu til bæði meting og viðgerðarætlan. Vit fara í felag gjølla gjøgnum alt tilfarið og allir ivaspurningar verða gjøgnumgingnir.
  • Tað kemur fyri, at niðurstøðan verður, at klienturin í veruleikanum ikki hevur ein rúsevnistrupuleika, men kanska onkran sálarfrøðiligan trupuleika ella kanska ein relatiónstrupuleika.
  • Eisini verður staðfest rættiliga ofta, at talan er ikki um rúsevnisturv (en.: addiction; da.: afhængighed;), men harafturímóti um skaðiligt brúk, ella misbrúk av rúsevnum (en.: abuse). Hetta er serliga galdandi fyri ungfólk. Eg viðmæli tá ikki viðgerð fyri turv, men heldur ráðgevandi samrøður og kunning um betri rúsvanar.

Eg nýti háttin ADDIS (Alkohol och Drog Diagnos InStrument), sum eg havi sertifikat at nýta. ADDIS verður brúkt um stóran part av verðini og grundar seg á diagnosukriteriini hjá WHO (ICD-10) og American Psychiatric Association (DSM-4). Í enskttalandi verðinspørtunum verður hátturin kallaður: SUDDS (Substance Use Disorder Diagnostic Schedule)

WHO fatar alkoholismu og annan kemiskan túrv sum sjúkur, og standa hesar á teirra lista sum WHO viðmælir øllum heimsins londum at fylgja í teirra viðgerðarskipanum.

Hetta tilboðið: “Metingar- og Motivatiónssamrøður við Tilmæli um Viðgerðarætlan” havi eg eisini sum eitt sjálvstøðugt tilboð. Kontaktin kann enda her; klienturin kann fara í viðgerð hjá okkum – ella aðrastaðni. Eisini kann niðurstøðan verða at klienturin fyrst eigur av verða avrúsaður á onkrum stovni og so síðani fara í ambulanta viðgerð. Sum nevnt kann niðurstøðan eisini vera, at klienturin ikki hevur viðgerðarkrevjandi rúsevnistrupuleikar, men heldur eigur at fara til t.d. ein sálarfrøðing.