Parsamrøður

 

Parsamrøður

Mítt viðgerðartilboð "Parsamrøður" er ætlað pørum sum onkursvegna ynskja at bøta um forholdið. Tað kann vera tí tey eru í kreppu; okkurt keðiligt kan vera hent sum hóttir teirra samanhald. Tað kann eisini "bara" vera so, at tey ynskja at fáa eina betri góðsku í forholdinum.
Ofta eru eitt ella fleiri viðurskifti sum tá eru rættiliga akut og dentur verður sjálvandi lagdur á at finna eina loysn á tí sum "brennir". Eitt par kann koma við einhvørjum problematikki og eg vil gera mítt besta fyri at hjálpa teimum at finna loysnir.

Eg gangi útfrá, sum grund, at parið sjálvt hevur førleikar og styrkir, men at tey hava brúk fyri vegleiðing fyri at koma á rætt spor aftur. Eg havi ongar "lidnar loysnir" ella "uppskriftir". Tað ræður um at hjálpa parinum at menna nøkur amboð sum tey síðani sjálvi brúka í tí dagliga samlívinum.

Tey øki sum eg leggi størst dent á eru:

  • Betri samskifti
  • Álit og fyrigeving
  • Greiðar avtalur
  • Virðing og hámetan
  • Semju um menning og virðir
  • At forholdið eigur at vera eitt heilhugað átak

Sjálvandi er tað best um bæði koma til terapiina, men viðhvørt er tað bara annar parturin sum er motiveraður at gera nakað við støðuna. Tað er avgjørt eisini meingsfult tá at koma sjálv/ur.

Kostnaður: kr. 450,- pr. tíma

(10 "Parsamrøður" eru við, uttan eyka kostnað, fyri teir klientar sum eru í okkara heilu viðgerðum fyri misbrúkstrupulleikum)