Prísir 2005:

Vit gera fegin gjaldsavtalu (sí niðast)

Ambulant viðgerð: 30.000 kr (5.000 pr.viku)

(fyri bæði Primerviðgerð og Serviðgerð fyri Afturstig)

Umfatar:
6 vikur, 4 tímar pr. dag allar gerandisdagar
Eftirviðgerð, 1-1,5 tíma pr. viku í 52 vikur
Familjuviðgerð við eftirviðgerð í 52 vikur
10 Parsamrøður
Arbeiðsplássprogram.

Eftirviðgerð í 1 ár: 10.000 kr
Fyri tey sum hava verið í aðrari viðgerð, men hava tørv á stuðulsbólki við leiðslu av ráðgeva.
Antin 1-1,5 tíma pr. viku ella 1/2 dag pr. mánað (fyri avbygdafólk).

Familjuviðgerð: 6.000 kr.
viðgerðarhøvi á 3 tímar; 1 høvi pr. viku (Henda viðgerð er uttan eyka kostnað fyri næstrafólk hjá okkara klientum í 6 vikurs viðgerðini.)

Metingar- og motivatiónssamrøður: 2.000 kr
Meting eftir kriteriunum hjá WHO um ein persónur hevur rúsevnatrupulleikar; hvussu álvarsligir teir eru og uppskot um viðgerðarætlan. 2-3 samrøður, tilsamans uml. 3 - 6 tímar.

Parsamrøður og individuel viðgerð : pr. tíma 450 kr

Kamar:pr. døgn 250 kr

Vit átaka okkum eisini uppgávur so sum:

Hjálpa arbeiðsplássum at seta í verk ein rúsevnapolitik. Fyrilestrar, seminar og skeið innan rúsevnir, viðgerð og fyribyrging. Prísir við fyrispurning.

Vit eru altíð fús at samráðast um serprísir fyri størri uppgávur; t.d. um serligan prís um fleiri viðgerðir verða keyptar. Vit samstarva við aðrar serfrøðingar innan viðgerð og ráðgeving og kunnu tí átaka okkum flestu arbeiðsuppgávur.

Gjaldstreytir:
Vit gera fegin serliga gjaldsavtalu um neyðugt

30 dagar eftir at viðgerð er byrjað.
Um onkur avbrýtur ein viðgerð, taka vit gjald fyri hvørja byrjaða viðgerðarviku. Um onkur avbrýtur eina Eftirviðgerð verður einki afturgoldið.

Fyri Metingar- og Motivatiónssamrøður, Einstaklingaviðgerð og Parsamrøður verður goldið eftir hvørt lokið viðgerðarhøvi.