Ráðgeving og hjálp at fáa serfrøðingahjálp um neyðugt

Ásannandi at okkara klientar ofta hava brúk fyri hjálp á nógvum økjum, og at vit sjálvandi ikki hava serkunleika á øllum hesum økjum, er tað ein natúrligur partur av virkseminum, at hava vitan um, og samband við, aðrar stovnar, mynduleikar og viðgerðarar, sum kunnu veita tað neyðugu serviðgerðina ella ráðgevingina. T.d. kemur fyri, at onkur klientur hevur sokallaða “dupulta diagnosu”, t.e. bæði diagnosu sum misbrúkari  og eina psykiatriska diagnosu. Allur kunnleiki sigur okkum, at tað hevur eins stóran týdning at klienturin, útyvir at fáa hjálp fyri sítt misbrúk, eisini fær hjálp fyri sín psykiatriska trupuleika. Okkara uppgáva er at kunna seta okkara klient í samband við røttu hjálpina. Onnur dømi kunnu vera at hjálpa einum klienti at fáa røttu hjálpina frá t.d. Kriminalforsorgini ella ALS