Serviðgerð til fólk sum eru fyri afturstigi (Relapse Prevention Terapi)

 

Tað er ein vælkend sannroynd, at nógvir alkoholikarar, og onnur við øðrum rúsevnisbundni, fáa afturstig – “detta útíaftur”. Ringt er at fáa álítandi hagtøl fyri hesum, men at talan er um sera høg tøl fyri nógv viðgerðarheim, er einki dulsmál. Vanligt er at leggja skuldina á klientin: “hann vil jú ikki sjálvur” ella “hon er eitt vónleyst tilfelli,- har er als eingin vón”. Eisini er vanligt, at um hesi fáa meira viðgerð, so verður oftast bert sama viðgerð endurtikin, sum tey hava fingið fyrr. Summir alkoholikararir hava á henda hátt fingið nógvar endurtiknar viðgerðir uttan úrslit.

Vit halda at tað er grundleggjandi skeivt at lasta klientin fyri at detta útíaftur. Í okkara fatan er afturstig mest eitt prógv um hvussu hervilig sjúka alkoholisma er; alkoholisma hevur í síni natúr at hon lætt brýtur útaftur, um ikki persónurin veit hvat hann skal gera fyri at halda henni niðri, ella ikki megnar tað, hóast hann hevur eina formliga vitan um hvat gerast skal..

Okkara grundsjónarmið er at eingin vil liva tað elendiga lív, sum ein aktivur alkoholikari ella narkomanur livir, men at tað er okkurt sum forðar persóninum í at koma víðari í lekingartilgongdini.

Vit meina sostatt at trupuleikin er, at viðgerðarheimini og viðgerðarhættirnir ikki eru nóg nógv ment og viðgerarnir ikki hava nóg góðan førleika. Tað er nógv vit enn ikki skilja viðvíkjandi alkoholismu og øðrum turvsjúkum. Helst er tað eisini so, at summi gerast ólekjandi sjúk.

Síðani miðskeiðis í 80´unum er munagóð serviðgerð ment, sum kann hjálpa stórum parti av teimum sum ofta fáa afturstig. Á odda í hesari menningini av viðgerðarháttinum hevur polsk-amerikanarin Terence Gorski verið, og er hann tað enn.

Eg havi serútbúgving í “Relapse Prevention Terapi”; eg fekk mína útbúgving beinleiðis frá Terence Gorski í Stockholm 1994 – 95.

Grundhugsanin í hesari terapi, er at tað er ymiskt sum forðar klientinum at fáa gongd á lekingartilgongdina. Orsøkirnar kunnu vera kognitivar, sosialar, kensluligar, biologiskar ella finnast á øðrum økjum, t.d. andaliga. Annað misbrúk enn rúsevnismisbrúk kann eisini verða millum orsøkirnar, t.d. “arbeiðsnarkomani”, matmisbrúk ella relatiónsmisbrúk.

Øll orka verður so brúkt í viðgerðini, uppá at arbeiða við júst tí, sum eru forðingarnar hjá júst hesum klientinum. Ongin tíð verður brúkt uppá at endurtaka slíkt sum klienturin longu veit ella hevur fingið uppá pláss.

Viðgerðin er í 4 høvuðsstigum:

  • Endurmetingar av afturstigum (analysa av støðuni; viðgerðarsøgan hjá viðkomandi; greina afturstigasøguna og nágreiniliga analysu av hvørjum afturstigi)
  • Staðfesting av persónligum ávaringarsignalum (afturstig er ein tilgongd har nógv tekin eru um gongdina. Tekini eru ymisk fyri ymiskar persónar. Tekini bera boð um at persónurin hevur destruktivan hugburð og atburð sum kunnu leiða til afturstig. Her verður arbeitt við at nágreiniliga staðfesta hvørji tekin eru serliga kritisk fyri hvønn einstakan)
  • Handfaring av ávaringasignalum. ( nýggir hættir verða lærdir fyri at handafara tey kritisku ávaringasignalini á ein frískari hátt)
  • Praktisk lekingarskrá. (Arbeitt verður við, at hjálpa klientinum at samanseta sín gerðandisdag við frískari rutinum, útfrá hansara nýggju fatan av týdninginum at sleppa undan afturstigi. Familja og vinir eru við á hesum stignum)

Klienturin er vanliga í intensivari viðgerð hvønn gerandisdag (8 – 12) í 6 vikur; viðgerðatíðin kann leingjast eftir tørvi.

Eftirviðgerð ( 1-1½ tíma pr. viku í 52 vikur) er fastur partur av viðgerðini.