Tilgongd

Tilgongdin

Tilgongdin er grundað á kristna holistiska fatan. Tað merkir, at menniskja er skapað sum ein vera við likami, sál og anda, og at hesi kunnu ikki skiljast frá hvør øðrum, men hanga óloysiliga saman. Umframt, er menniskjan sosial og trívist best í góðum felagskapi, bæði við hvørjum øðrum, men eisini við Gudi, sínum skapara. Henda fatan er grundarlagið undir virksemi skúlans.