Valbreytir

Av hesum skulu tvær breytir veljast.

Innovatión og íverksetan

Frá tí góða hugskotinum til veruleika! Tú lærir allar menningarliðir frá tínum hugskoti til veruleika. Hvussu ein fyritøka verður stovnað, fíggjað, rikin og marknaðarførd.

Sniðgeving

Um tú hevur áhuga fyri klædnasniðgeving og klædnamóta er hetta breytin til tín. Tú lærir tað grundleggjandi innan sniðgeving, seyming og klædnaframleiðsu.

Miðlar og samskifti

Dámar tær at siga søgur? Miðla og samskiftisbreytin gevur tær innlit í neyðugu amboðini til at siga tína søgu. Við myndum, filmi, lýsingum og við teksti lærir tú at miðla tað, ið liggur tær á hjartað.

Skapandi list

Hevur tú gott hugflog? Hetta er staðið har tíni skapandi evni sleppa framat. Bert hugflogið setir markið. Tú kanst td læra at garva seyðaskinn, mála steinar, stoypa gips og betong lutir.

Kokk amokk

Dámar tær at matgera og møguliga at gera øðrvísi mat? Her lærir tú tað grundleggjandi innan matgerð, reinføri, matmentan, matgleði og heilsugóðan kost.