Tíðindi
03. 07. 2020

Starvsfólk til Eftirskúlan Brúgvin í Skálavík

Kom við og mynda fyrsta eftirskúlan av sínum slagi í Føroyum. Vit søkja eftir lærara og køksfólki til skúlaárið 2020/21.
Talan er um spennandi, fjølbroytt og avbjóðandi størv. Umsøkjarar skulu vera fleksiblir og brenna fyri komandi ættarliði. 


Lærarastarvið
Lærarastarvið umfatar m.a. danskt, tónleik, køk og fakið #Saman. Í #Saman er millum annað samfelgsfrøði á 10. floks støði. Í #Saman verður arbeitt á samfelagsligum grundarlagi, har ymisku samfelagsøkini t.d. vinna, politikkur, familja og list verða viðgjørd bæði frá einum teoretiskum, praktiskum og kristnum holistiskum sjónarhorni.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2020/21. Endaliga tímatalið verður ásett 1. oktobur, men verður væntandi millum 32 og 40 tímar í miðal um vikuna.


Køksstarvið
Starvið sum køksfólk umfatar arbeiðið í køkinum við millum annað at fyrireika og tilrættarleggja máltíðir í tíðarbilinum frá kl.08:00 til kl.13:00. Roknast kann við, at næmingarnir eisini eru partur av matgerðini ávísar tíðir.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2020/21, og starvstíðin er 25 tímar um vikuna.
 
Um eftirskúlan Brúgvin
Eftirskúlin Brúgvin er nýstovnaður eftirskúli fyri 10. floksnæmingar, sum ynskja eitt øðrvísi skúlaár. Brúgvin hevur sum endamál - við støði í kristnari heims- og menniskjaáskoðan - at menna samfelagsligt og sosialt tilvit hjá einstaka næminginum. Skúlin tekur støði í tí einstaka næminginum, bæði hvat viðvíkur akademiskum førleikum, andaligum, sosialum og mentanarligum viðurskiftum.
Skúlin heldur til á Deplinum í Skálavík. Depilin hevur allar hentleikar og er vælegnaður bæði til skúlavirksemi og onnur tiltøk.
Næmingar og starvsfólk sova á skúlanum. Lærarar hava einakamar, meðan næmingarnir eru tvey til trý á hvørjum kamari.
Skúlaárið 2020/2021 verða umleið 30 næmingar í 10. flokki.
 
Vit kunnu bjóða
Eitt áhugavert starv við fjølbroytni í gerandisdegnum, har lærarar og starvsfólk annars samstarva. Undirvísingin verður fyri tað mesta á Deplinum í Skálavík. Vit fara eisini aðrastaðni í landinum umframt, at ætlanin er, at næmingarnir fara námsferð.
Les meira á okkara heimasíðu www.brugvin.fo


Vit ynskja, at tú, sum umsøkjari:
·       Hevur tilsvarandi útbúgving ella royndir innan omanfyri nevndu starvsøkir
·       Tekur undir við og vilt arbeiða út frá hugsjónini og endamáli skúlans.
·       Hevur hug og áræði at skipa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við  virðing og  umsorgan fyri tí einstaka næminginum
·       Ert fleksibul og dugir at samstarva
·       Ert til reiðar at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið í skúlanum
·       Umframt at undirvísa, tekur lut í kvøld- og náttarvaktum
·       Svevur á staðnum eftir nærri avtalu ávísar dagar í vikuni


Setanarviðurskifti
Lærarastarvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Køksfólkið verður løn sambært sáttmála.


Umsókn
Umsókn saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 15. juli kl.12.00.
Meira fæst at vita við at venda sær til Eriku Niclasen  á tlf 231 231, skúlaleiðara á Brúnni.
Umsóknir skulu sendast til: info@brugvin.fo

03.07.2020
Starvs­fólk til Eftirskúlan Brúgvin í Skálavík
Kom við og mynda fyrsta eftirskúlan av sínum slagi í Føroyum. Vit søkj…
09.06.2020
30 umsóknir til Brúnna
30 ung eru áhugað at ganga á Brúnni komandi skúlaár. Eftir mong ár við…
27.04.2020
Erika Niclasen í Lindini 24. apríl 2020
Her kanst tú hoyra prátið, sum Tór Arni Samuelsen hevði við Eriku Ni…
15.04.2020
Enn eru nøkur pláss eftir!
Vit gleða okkum til at lata dyrnar upp eftir summarfrítíðina, tá i…
14.04.2020
Brúgvin - eftirskúlin í Skálvík hevur sett skúla­leiðara
Erika Niclasen úr Klaksvík er sett í starv sum leiðari á eftirskúlanum…