Stórasystkin

Ger mun


Kundi tú hugsað tær at gjørt mun? Sum sjálvboðið stórasystkin á Brúnni bjóða vit tær uppihald ókeypis umframt lummapening. Tú hevur við umsorgan, aktivitetum og praktiskari hjálp ein gyltan møguleika at vera nakað serligt fyri næmingarnar. Tú sleppur við til túrar innlendis og tú kemur eisini við til námsferðina. Vit leita eftir vaksnum ungum, sum møguliga sjálvi hava verið á eftirskúla ella líknandi skúlum, og sum hava staðið miðnámsprógv.

Tilmelding sum stórasystkin

Greið eitt sindur frá tær sjálvum, áhugamál og hví tú ynskir at gerast stórasystkin