Hvat siga foreldur um skúlan

Ummæli av 10. flokki á eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík

Nú hevur Eftirskúlin Brúgvin verið til í 3 ár og hava vit longu havt 2 børn gangandi á skúlanum.


Okkara ynski hevur alla tíð verið, at okkara børn skuldu uppliva at koma á ein eftirskúla, men vildu ikki senda tey av landinum. So gleðin var stór, tá kristni eftirskúlin Brúgvin í Skálavík byrjaði, júst tá okkara elsta barn var liðugt við 9. flokk og kundi fara á Brúnna.

Hóast børnini næstan ongan kendu, tá tey komu á skúlan, gjørdust tey beinanveg ein partur av felagsskapinum. Og tey stórtrivust á Brúnni.

Skúlin gjørdi nógv fyri, at tey beinanveg skuldu kennast væl, og at tey skuldu læra at standa á egnum beinum. Hetta varð m.a. gjørt við, at næmingarnir høvdu praktiskar uppgávur saman og vaskaðu síni egnu klæði.

Tey hugnaðu sær nógv á skúlanum, men gjørdu eisini útferðir, bæði á Sandoynni og inn á meginlandið. 

Tey lærdu at hugsa um onnur, m.a. til jóla, tá tey bakaðu køkur og bóru tær út til bygdafólkið. 

Tey gjørdu spennandi námsferðir, har tey bæði hugnaðu sær og lærdu at gera mun fyri tey, ið tørvaðu hjálp.

Tey skipaðu eisini fyri hugnaligum og góðum almennum tiltøkum, m.a. “Jól á Brúnni” og ungdómsmøtum.

Tey lærdu nógv, sum menti tey og fekk tey at fara út um sína “comfort zone”, t.d. seinasta skúlaárið, har tey, saman við donskum eftirskúlanæmingum, skrivaðu sjónleik um sítt egna lív og framførdu hann, bæði í Føroyum og í Danmark.

Umframt tær vanligu lærugreinarnar bjóðaði skúlin eisini t.d. Wildlife við avbjóðingum í náttúruni og kokk amokk.

Tey høvdu fittar og dugnaligar lærarar. Og sum foreldur var tað ein gleði at koma á skúlan til ymisk tiltøk.

Her hava vit nevnt nakað av tí, vit halda lýsir skúlan; men Eftirskúlin Brúgvin er eisini á sosialu miðlunum, t.d. Instragram. Har hava tey lagt hópin av innsløgum og myndum, sum lýsa skúlan sera væl.

Vit hesum ummæli vilja vit siga, frá børnunum, at fyri tey hevur eftirskúlaárið verið teirra besta skúlaár yvirhøvur. Vit, sum foreldur, síggja eisini, hvussu tey eru búnað og betri ílatin til víðari lesnað, bæði fakliga og sosialt.

Okkara vón er, at fleiri foreldur síggja, hvussu góð íløgan er, at senda síni børn í 10. flokk á Brúnni. 

 

 

 

So var hetta eftirskúlaárið longu liðugt!

Dóttirin full við góðum minnum, frá einum spennandi og læruríkum ári. Hetta árið hava vit sæð, hvussu hon hevur blómað og ment seg sera nógv. Starvsfólkini hava dugað væl, at gjørt dagarnar og upplivingarnar góðar og fjølbroyttar, við passaligum avbjóðingum. 

Frá at kenna seg skúlatroytta og ikki ordiliga vita hvat hon skuldi, til nú, at hava bæði dirvi, sjálvsálit og eina ætlan víðari.

Á Brúnni er felagsskapurin so sera góður og hava vit sæð, hvussu sterk vinarbond eru knýtt ígjøgnum árið. Okkara uppliving er, at tað hevur verið bæði rúm og tíð fyri einstaka næminginum. Ein hevur kent seg hoyrdan og sæddan, sum eisini er ein lívstreyt fyri víðari menning.

Tað er blivið lagt so nógv gott í tey ungu. 

Alt í alt eru vit sera væl nøgd og vilja viðmæla øðrum at fara. Hetta var ein fantastiska góð íløga.

 

 

Viðmæli

 

Vit vóru sera glað, tá vit frættu, at ein kristin eftirskúli skuldi verða í Føroyum. Tá so dóttir okkara ein dagin kom og fortaldi okkum, at hon ynskti at fara á Brúnna í Skálavík, stuðlaðu vit henni fult út. 

 

Tað er ringt, at taka dagar millum tilboðini, sum tey ungu fáa, men vit kunnu bara siga fyri okkum, at dóttir okkara hevur havt eitt óalminduliga gott, læruríkt, mennandi og uppbyggjandi ár - bæði til likam, sálar og andaliga. Stuttligt hjá okkum, sum foreldur, at síggja hvussu nógv dóttir okkara er búnað hetta skúlaárið. Og við hesum góða førningi er hon brynjað til, at fara víðari í skúla.

 

Í dagsins samfelag verða tey ungu álopin úr øllum ættum, við ivaspurningum um tað siðbundna samfelagið, samleika og trúnna á Kristus. Orðini í Filippi 4:8 ...Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður... verða niðurbrotin. Tá er gott, at hava ein vita, sum kann vísa teimum ungu á eina góða leið.

 

Skúlin hevur góð starvsfólk, sum vit merktu brenna fyri hesum verki, og gera meir enn tað, ið væntað verður av teimum, fyri at geva teimum ungu eitt so gott upplivilsi, sum gjørligt. 

Skúlaárið er ein ordiliga góður samlaður pakki. Skúlaárið er sera væl samansett, góð variatión av lærdómi og upplivingum, sum gongur upp í eina hægri eind.             

Vónadi fara fleiri ung, at taka av hesum tilboðið.

Vit vilja viðmæla øllum at fara á Brúnna