Vallærugreinar

Hvør vallærugrein er fýra tímar, tvær skulu veljast. Orsaka, men hóast hetta er ein eftirskúli har ongin endi skal vera á góðum upplivingum og stuttleika, so ynskja vit, at tú eisini lærir okkurt fakliga munagott, sum kann brynja teg til framtíðina. Eftir níggju ár í fólkaskúla, er man troyttir av bókum og tølum... vit hava øll verið har! Vit bjóða tær hesar lærugreinar, har tú kann styrkja tínar bókligu førleikar við møguleika at taka fráfarandi prógv fólkaskúlans.

Undirvísingin er skipað og løgd til rættis eftir einstaka næminginum. Við einari FLEX skipan lærir tú at arbeiða sjálvstøðugt, at taka ábyrgd fyri egnari læring og loysa uppgávur sjálv og í bólki. Hetta er serliga ein møguleiki hjá tær at styrkja teg fakliga til víðari lesnað.

Danskt

Er serliga ætlað til tín, sum ikki hevur føroyskan uppruna. Tú ert møguliga komin inn í føroysku skúlaskipanina seinni, og hevur avbjóðingar við danska málinum. Vit ynskja at hjálpa tær at vinna á málsligu forðingini fyri, at tú kann lesa víðari á miðnámi. Vit bjóða tær undirvísing, ið er tillaga til tín, óansæð um tú hevur havt danskt áður ella ei.

Rokning
Enskt
Føroyskt

Umframt føroyskt sum móðurmál, bjóða vit eisini undirvísing í føroyskum sum fremmandamál.