Hvat siga næmingar um skúlan

Hvat sigur Ari, sum gekk á Brúnni 22-23

Hvørji vóru nøkur hæddarpunkt á Brúnni?

Nøkur av hæddarpunktunum hjá mær vóru t.d. blíðskapurin, sum eg møtti tá eg kom. Eg kom seinni enn hini.

At sita á torginum og práta, serliga til “Be Real.”

Man føldi seg tryggan á Brúnni, tað kennist trygt at vera trúgvandi á Brúnni.

Vikuskiftini á Brúnni vóru góð, eisini tá vit fóru til Havnar í biograf J

Tað at kunna práta saman var gott og eg eri blivin nógv betri til at práta við fólk.

Og so Námsferðin, hon var Ógloymandi! Vit komu nærri hvør øðrum og vit lærdu nógv, serliga innan “Human traficking”

Eg lærdi enn meir, um at fyrigeva á Brúnni og mítt kristna lív bleiv sterkari.

Eg havi eisini fingið betri sjálvsálit.

Táið eg nú skal taka ymisk val, so tosi eg við Gud um tað og Hann hjálpir mær.

Tað var eisini stuttligt, at sleppa at fortelja øðrum um Brúnna, táið vit fóru runt í Føroyum.

Eg eri komin at kenna ung úr ymiskum samkomum, sum ger tað lættari at vitja ymsastaðni.

Hvat helt John Hammer um, at ganga á Brúnni 20-21, sum var fyrsta árið

Tað var serliga gott at hava lærugreinarnar Miðlar og Tónleik.

Mín áhugi fyri trummum kom aftur hetta árið. Lærarin skaffaði eitt trummusett og nú havi eg keypt mínar egnu trummir.

Brúgvin var sum ein nýggj byrjan fyri meg.

Eg minnist serliga allar gongutúrarnar, har vit prátaðu og høvdu góðan tónleik hart frá.

Tað sosiala var avgjørt tað, sum hevði mest at siga.

Undirvísingin um økonomi og um intigretitet í arbeiðslívinum, var eisini mega lærurík