Upptøka

Upptøka á eftirskúlan Brúgvin 

Fyri at gerast næmingur á eftirskúlanum Brúgvin, skal ein hava lokið 9. floks prógv ella tilsvarandi í útlandi. Tilmeldingin gongur fyri seg á heimasíðuni www.brugvin.fo/tilmelding við at útfylla tilmeldingarskjalið. Áðrenn endaliga upptøku, vera ein ella tvær næmingasamrøður hildnar við næming og foreldur.

Um næmingurin hevur serligan tørv, er málið at sameina næmingin í tann vanliga flokkin í mest møguligan mun. Vit vilja tó leggja eina við, at vit ikki eru ein serskúli, og tí kunnu vit ikki veita serkønan førleika innan serøkið.