Næmingagrunnurin

Vit ynskja, at øll skulu hava ein møguleika at koma á Brúnna. Til ber hjá foreldrum/verja at søkja um næmingastuðul. Stuðulin er ætlaður teimum, ið vegna láginntøku ella aðrar sosialar støður, kunnu metast at hava tørv á fíggjarligum stuðli til næmingagjald.

Skúlaleiðarin saman við skúlastýrisformanninum taka avgerð í hvørjum máli. Umsókn saman við skatta/inntøku uppgerð frá TAKS seinastu tvey árini skulu sendast til erika@brúgvin.fo. Umsøknin verður viðgjørd í trúnaði.