Endamál

Endamál skúlans

Brúgvin hevur til endamáls at reka eftirskúlan innan teir karmar, lógin ásetir. Málið er, at brynja komandi ættarlið til lívið. Ígjøgnum undirvísing og samveru at menna tað samfelagsliga og sosiala tilvitið hjá tí einstaka næminginum.  

Á Brúnni ynskja vit at læra næmingin, at kanna, granska og undrast.

Skúlin byggir á tað kristna virðisgrundarlagið og greitt verður frá relatiónina við Jesus sum ekta og livandi, og kann gerast lívsumbroytandi, umframt meiningsskapandi.

Slagorðini fyri Eftirskúlan Brúgvin eru Saman og Meining. Hesi bæði verða innarbeidd sum lærugreinar, har endamálið er at menna tað sosiala og samfelagsliga tilvitið og at geva næmingunum eitt kristið holistisk lívsgrundarlag. 

Næmingarnir fáa eina fatan av, hvussu samfelagið er samansett, og hvussu einstaklingar og felagsskapir kunnu ávirka eitt samfelag. Samstundis verður arbeitt við, at næmingurin verður

avbjóðaður til at finna meining við egnum eginleikum og gávum, har endamálið er at koma útum seg sjálvan og gera ein mun fyri onnur.

Uppgáva eftirskúlans er við atliti til og í samstarvi við foreldur at virka fyri at næmingarnir nema sær kunnleika bæði sosialt og fakligt. Eisini at tey læra ymsar arbeiðshættir at kenna og samstundis vilja vit stuðla einstaka næminginum í fjølbroyttu menningini. 

Samstundis fær næmingurin eina kristna og siðalagsliga uppaling, kunnleika til aðrar mentanir og við hesum at búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag.

Næmingurin býr á skúlanum og hevur sítt dagliga virki og yrki á skúlanum. Grundarlagið fyri uppalingina er tann kristna menniskjafatanin, og hetta merkir, at tey kristnu virðini eru meiningsskapandi fyri dagliga virksemi skúlans. Virðisgrundarlagið kemur eisini til sjóndar, tá ið tað snýr seg um t.d. sosialar og samfelagsligar uppgerðir.

Tað er umráðandi fyri skúlan at virða tann einstaka og frælsi til at velja lívsáskoðan. Við skúlanum ynskja vit at stimbra og menna næmingarnar bókliga, persónliga og likamliga.

Útgangstøðið verður tikið í tí einstaka næminginum, hvat viðvíkir persónligum og bókligum evnum, har málið er at førka næmingin eitt vet.