Tíðindi
14. 04. 2020

Brúgvin - eftirskúlin í Skálvík hevur sett skúlaleiðara

Erika Niclasen úr Klaksvík er sett í starv sum leiðari á eftirskúlanum Brúnni. Erika er professiónsbachelor sum sosialráðgevi og hevur nógvar royndir við ungdómsarbeiði bæði í Føroyum og í Danmark. Í starvi sínum hjá Apostolsk Kirke við starvsstaði á Fredriksberg hevur hon verið knýtt at tveimum eftirskúlum hjá netverkinum.

Vit hava spurt Eriku nakrar spurningar, nú hon flytur heim at verða leiðari á Brúnni:

- Hvat fekk teg at siga ja til avbjóðingina á Brúnni?

Fyrst og fremst visjónin, sum er at geva komandi ættarliðum eitt kristið, holistiskt lívsgrundarlag. Harnæst brenni eg fyri, at ung mennast og útviklast í góðum kørmum. Og so haldi eg, at hetta er ein av teimum kulastu verkætlanum, Føroyar leingi hava sæð.

- Hvat kanst tú taka við tær av royndum úr Danmark?

Eg havi arbeitt við ungum í nógv ár, og eg haldi, at eg taki hendan setningin við mær, sum ein, eg kenni, ofta sigur: “Øll ung vilja eydnast!”. Eg havi samskipað tiltøk, rættað móti ungum, og havi leitt eitt vaksandi skeið fyri ungar leiðarar í Danmark. Eisini havi eg starvast sum verkætlanarleiðari, har eg eri von at seta gongd í virksemi og fylgja tí upp. Hesar royndir taki eg við mær inn í tað nýggja starvið.

- Hvat gleðir tú teg mest til?

Eg gleði meg til - saman við einum dugnaligum toymi - at síggja hesa verkætlan eydnast og vera til signing fyri ung, foreldur og tað føroyska samfelagið; at síggja menningina hjá Brúnni og virka fyri framgongd. Eisini gleði eg meg mega nógv at møta næmingunum og teirra foreldrum.

- Hvat ynskir tú at siga við tey, sum umhugsa Brúnna, men ikki hava tikið eina avgerð?

10. flokkur á eftirskúla gevur #meining. KOM VIÐ! Eitt ógloymandi ár fylt við felagskapi, menning og saman við góðum flokksfeløgum, tað gevur #meining! Tú fert at læra nógv um teg sjálvan og onnur, og samstundis taka vit útgangsstøði í tínum fakligu evnum, og vit gleða okkum at møta tær.

Erika Niclasen kemur at leiða skúlan saman við stýrisforkvinnuni - Hjørdis H. Petersen - sum kemur at vera á skúlanum ein dag um vikuna. Afturat teimum kemur so læraratoymið og stórasystkin.

Skúlaárið á Brúnni byrjar 15. aug og byrjað verður við 10. flokki. Um tú hevur spurningar, so ert tú vælkomin at ringja á tel. 231 231 ella at skriva á info@brugvin.fo

Umsóknarfreistin

Umsóknarfreistin til skúlaárið 2020/2021 á Brúnni er 1. mai 2020. Vitja heimasíðuna brugvin.fo har tú kanst lesa meira og tað eisini ber til at melda seg til skúlan.

12.09.2025
Enn ein vika farin aftur um bak
Enn ein góð vika er liðug á Brúnni. Tey ungu eru follin væl til, og te…
05.09.2025
So eru næmingar­nir farnir heim í vikuskifti!
Eftir tvær ríkar samanhangandi vikur á skúlanum, eru næmingarnir nú fa…
22.08.2025
Fyrsta skúlavikan farin aftur um bak
So er fyrsta vikan á Brúnni skúlaárið 25/26 longu liðug, og í skrivand…
21.08.2025
Árskalendarin
Her er kalendarin fyri árið.    kalendari fyrsta hálva 2025.png Kal…
13.06.2025
Síðsta vikan :(
Henda vikan byrjaði týsdagin eftir hvítusunnu. Mikudagin fóru nøkur ti…