Tíðindi
09. 06. 2020
30 umsóknir til Brúnna
30 ung eru áhugað at ganga á Brúnni komandi skúlaár. Eftir mong ár við eini eftirskúlalóg men ongum eftirskúla í Føroyum, so verður skúlaárið 20/21 árið, har lógin verður tikin í nýtslu.
Áhugabólkurin fyri Brúnna - eftirskúlan í Skálavík fegnast um at hava 30 umsóknir til komandi skúlaár.
Umstøðurnar eru góðar á Brúnni, har skúlin liggur í vakrari náttúru. Næmingarnir koma at búgva á 2 manskømurum við wc og brúsu, og skúlin er útgjørdur við øllum hentleikum. Alt hetta saman við ungum og frískum næmingum, vænta vit, kemur at gera skúlaárið ógloymandi.
Í løtuni eru ítøkiligu fyrireikingarnar av ársætlan, tímatalvu og øðrum í gongd.
Um tú hevur spurningar til skúlan, ert tú vælkomin at ringja 231 231.
20.11.2026
Tvær góðar vikur
Einki varð lagt út síðsta fríggjadag, so her fáa tit ein samandrátt vi…
09.11.2026
Kom og royn ein dag á Brúnni!
Hósdagin 12. november hevur tú møguleikan at royna ein dag á Brúnni :)…
06.11.2026
Takk fyri eina góða viku! :)
So fóru næmingarnir aftur heim í vikuskifti.
Hetta hevur verið ein d…
30.10.2026
So er vikuskifti! :)
Aftaná tvær vikur á skúlanum, eru næmingarnir nú á veg heim í vikuskif…
24.10.2026
Leiksýning
Í dag kl 15 verður ein spennandi leikur vístur her í Skálavík :)Okkara…