Tú kanst gera mun
Tú kanst gera mun
Vikan áðrenn skúlabyrjan er altíð spennandi á Brúnni. Tá gera vit klárt til at møta nýggju næmingunum. Vit hampa bæði úti og inni, vaska, skrúva og mála.
Um tú ynskir at hjálpa við hesum, send okkum eitt teldubræv á info@brugvin.fo
Liggur tað væl fyri at kokkast, so hevur tú møguleika at royna teg á Brúnni okkurt vikuskifti, tá ið vit eru á skúlanum. Um hetta hevur tín áhuga, send okkum eitt teldubræv á info@brugvin.fo
Ætlanin er at gera uttanduraøkið meira spennandi við Parkour, so næmingarnir kunnu mennast kropsliga. Dámar tær væl at arbeiða handaligt og kundi hugsað tær at hjálpt til, send okkum eitt teldubræv á info@brugvin.fo