Gerandisdagurin

Gerandisdagurin á Brúnni

Gerandisdagurin á Brúnni er skipaður eftir eini tímatalvu, sum næmingar, lærarar og starvsfólk fylgja. Tímatalvan rúmar skúlagongd, samveru, reingerð, máltíðum og songartíð.

Trý slagorð eru inngrógvin í tímatalvuna og virksemið skúlans: at vera saman, at vera virkin og at vera hugbundin.

Frá kl 08:00-16:00 eru næmingarnir í skúla og fáa undirvísing. Næmingarnir skulu vera á felagsøkjunum hesa tíðina. Summar vallærugreinar kunnu tó fella uttanfyri hetta tíðspunkt. 

Eitt vikuskifti um mánaðan eru næmingarnir á skúlanum; tá verður skipað fyri hugna, spølum og útferðum.

Tað er altíð minst eitt starvsfólk á vakt á Brúnni, og hesi eru tøk fyri næmingar, foreldur og onnur, sum vara av skúlanum.  

Um kvøldið verður ofta skipað fyri tiltøkum, kappingum og hugna, og her er ynskiligt, at øll luttaka, tí hetta er við at fremja trivna.

Næmingarnir búgva tvey ella trý saman á einum kamari við vesi og brúsu. Gentur búgva saman, og dreingir búgva saman.

Á Brúnni ynskja vit at læra næmingarnar frælsi við ábyrgd. Tað er ein natúrligur partur av gerandisdegnum, at næmingarnir taka ábyrgd fyri sær sjálvum, fyri øðrum og fyri kørmum skúlans.