Hvat siga næmingar um skúlan

Hvat helt John Hammer um at ganga á Brúnni 20-21, sum var fyrsta árið:

Tað var serliga gott at hava lærugreinarnar Miðlar og Tónleik.

Mín áhugi fyri trummum kom aftur hetta árið. Lærarin skaffaði eitt trummusett, og nú havi eg keypt mínar egnu trummir.

Brúgvin var sum ein nýggj byrjan fyri meg.

Eg minnist serliga allar gongutúrarnar, har vit prátaðu og høvdu góðan tónleik hart frá.

Tað sosiala var avgjørt tað, sum hevði mest at siga.

Undirvísingin um økonomi og um integritet í arbeiðslívinum var eisini mega lærurík.

Hvat sigur Ari, sum gekk á Brúnni 22-23:

Hvørji vóru nøkur hæddarpunkt á Brúnni?

Nøkur av hæddarpunktunum hjá mær vóru t.d. blíðskapurin, sum eg møtti, tá eg kom. Eg kom seinni enn hini.

At sita á torginum og práta, serliga til “Be Real.”

Man føldi seg tryggan á Brúnni, tað kennist trygt at vera trúgvandi á Brúnni.

Vikuskiftini á Brúnni vóru góð, eisini tá vit fóru til Havnar í biograf :)

Tað at kunna práta saman var gott og eg eri blivin nógv betri til at práta við fólk.

Og so námsferðin, hon var ógloymandi! Vit komu nærri hvør øðrum, og vit lærdu nógv, serliga innan “Human trafficking”.

Eg lærdi enn meir um at fyrigeva á Brúnni, og mítt kristna lív bleiv sterkari.

Eg havi eisini fingið betri sjálvsálit.

Táið eg nú skal taka ymisk val, so tosi eg við Gud um tað, og Hann hjálpir mær.

Tað var eisini stuttligt at sleppa at fortelja øðrum um Brúnna, táið vit fóru runt í Føroyum.

Eg eri komin at kenna ung úr ymiskum samkomum, sum ger tað lættari at vitja ymsastaðni.

Hvat sigur Annika, sum gekk á Brúnni 24-25

At ganga á Brúnni var heilt fantastiskt. Eg fekk nógv tøtt vinarbond. Tað besta við teimum var, at tá ið eg spurdi um ráð, so fekk eg ráð úr Bíbliuni ístaðin fyri tað vanliga “Tú skal hevna teg”. Eisini vaks eg so nógv í trúnni, og tað var so gott at kunna hava andalig prát uttan at føla seg dømdan. Eisini at hava lærarar, sum vóru fyrigevandi og so góðir við okkum øll. Mær dámdi sera væl at hava list, tí at vit sluppu at prøva nógv ymisk ting. M.a. so fóru vit í Kria studio, har vit gjørdu leir. Eisini var námsferðin eitt fantastiskt upplivilsi. Hon gjørdi okkum øll so nógv tættari. Eisini lærdu vit so avbera nógv á ferðini. Bæði um londini og mentanirnar har, men eisini um okkum sjálvi.

Árið var, sum heild, tað besta árið í mínum lívi, har eg fekk sterk vinarbond og enn og sterkari virðir, og eg eri so takksom fyri, at eg kundi fara á Brúnna.