Skúlin

Hugsjónin

Hugsjón skúlans er “At geva komandi ættarliðum eitt kristið holistiskt lívsgrundarlag”.  

Eftirskúlin Brúgvin hevur til endamáls við støði í kristnari heims- og menniskjaáskoðan  at menna tað samfelagsliga og sosiala tilvitið hjá einstaka næminginum. Skúlin tekur støðið í tí einstaka næminginum viðvíkjandi fakligum førleikum eins og tá talan er um andalig, sosial og mentanarlig viðurskifti. Við hesum ynskja vit at brynja komandi ættarlið til lívið. 

Eftirskúlin samstarvar við Fólkaheilsuráðið í verkætlanini ABC-sálarheilsa, sum hevur til endamáls at fremja og røkja sálarheilsu. Í stuttum verður arbeitt við at innarbeiða slagorðini hjá ABC-sálarheilsu í tímatalvuna á Brúnni; Ver virkin, Ver saman, Ver hugbundin.

Søga

Eftirskúlin Brúgvin byrjaði sum eitt hugskot hjá Hjørdis Háberg Petersen og bleiv til veruleika saman við einum dugnaligum og ágrýtnum áhugabólki. Hesi hava arbeitt hart fyri, at verkætlanin kundi gerast veruleiki. At geva næstu ættarliðum eitt kristið holistisk lívsgrundarlag hevur sett serligan dám á tilgongdina. At menniskjað er skapað sum likam, sál og andi, og at hesi trý hanga óloysiliga saman. Samstundis er menniskjan ein sosial vera, sum trívist í góðum felagskapi við onnur menniskju og við Gud. 

Hesa menniskjafatan byggir skúlin á, og er hetta eitt grundleggjandi virði fyri skúlan. Hetta er útgangspunktið fyri undirvísingina, tímatalvuna, ítriv o.a. virksemi á skúlanum.