Stórasystkin

Ger mun

Ert tú ímillum 18-25 ár og ynskir at gera mun?

At gerast stórasystkin er fyri teg, ið ynskir at menna leiðsluevnir og virka fyri trivnað saman við einum dugnaligum toymi. Tú kemur at hava ein virknan leiklut í gerandisdegnum hjá næmingunum ígjøgnum aktivitetir, samansjóðing, samtalur o.a..

Tað er umráðandi, at tær dámar at vera saman við tannáringum og vilt virka fyri teirra menning. Okkara slagorð er "at brynja komandi ættarlið til lívið".  

Sum stórasystkin býrt tú á skúlanum frá sunnukvøld til fríggjadag, um ikki onnur avtala er gjørd. Tú fært kost og bústað + lummapening.

Um hetta hevur tín áhuga, ert tú vælkomin á søkja her á síðuni. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við skúlaleiðaran á tlf. 231 231. 

Tilmelding sum stórasystkin

Greið eitt sindur frá tær sjálvum, áhugamál og hví tú ynskir at gerast stórasystkin