
Vallærugreinar
Av hesum skulu tvær lærugreinar veljast.
Wild life er fyri teg, sum dámar væl avbjóðingar og ynskir, at flyta persónlig mørk. Súkklutúrar, síðing, kajakrógving, at svimja í sjónum og í vøtnum, fiskitúrar, og at standa á paddelboard eru ting, sum eru á skránni í hesari lærugrein.
Tað verða nokk eisini gingnir nakrir fjallatoppar, og ein nátt úti í tí føroysku náttúruni í telti.
Dámar tær at matgera og møguliga at gera øðrvísi mat? Her lærir tú tað grundleggjandi innan matgerð, reinføri, matmentan, matgleði og heilsugóðan kost.
Vit læra at borðreiða úr føroyskari ráðvøru, eisini matmentan úr altjóða londum.
Dámar tær væl tónleik? At syngja og spæla, at siga søgur í gjøgnum tónar og løg? So er henda lærugrein júst fyri teg. Tónleika teori, samanspæl og at syngja er tað, sum dentur verður lagdur á í hesu lærugrein. Lærugreinin er 4 tímar um vikuna. Fyri at leggja grundarlag fyri víðari áhuga fyri tónleiki.
Tað verður arbeitt í verkstovu.
Vallærugreinar
Av hesum skulu tvær lærugreinar veljast.
Umframt føroyskt sum móðurmál, bjóða vit eisini undirvísing í føroyskum sum fremmandamál.