Endamál skúlans
Brúgvin hevur til endamáls at reka eftirskúlan innan teir karmar, lógin ásetir. Málið er at brynja komandi ættarlið til lívið, og at menna tað samfelagsliga og sosiala tilvitið hjá tí einstaka næminginum gjøgnum undirvísing og samveru.
Á Brúnni ynskja vit at læra næmingin at kanna, granska og undrast.
Skúlin byggir á tað kristna virðisgrundarlagið, og greitt verður frá relatiónini við Jesus sum ektaða og livandi, og at henda relatión kann gerast lívsumbroytandi, umframt meiningsskapandi.
Slagorðini fyri Eftirskúlan Brúgvin eru Saman og Meining. Hesi bæði verða innarbeidd sum lærugreinar, har endamálið er at menna tað sosiala og samfelagsliga tilvitið og at geva næmingunum eitt kristið og holistiskt lívsgrundarlag.
Næmingarnir fáa eina fatan av, hvussu samfelagið er samansett, og hvussu einstaklingar og felagsskapir kunnu ávirka eitt samfelag. Samstundis verður arbeitt við, at næmingurin verður avbjóðaður til at finna meining við egnum eginleikum og gávum, har endamálið er at koma útum seg sjálvan og gera ein mun fyri onnur.
Uppgáva eftirskúlans er við atliti til og í samstarvi við foreldur at virka fyri, at næmingarnir nema sær kunnleika bæði sosialt og fakliga, og at tey læra ymsar arbeiðshættir at kenna. Samstundis vilja vit stuðla einstaka næminginum í fjølbroyttu menningini.
Vit leggja okkum eftir, at næmingurin fær eina kristna og siðalagsliga uppaling, kunnleika til aðrar mentanir og við hesum búnast til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag.
Næmingurin býr á skúlanum og hevur sítt dagliga virki og yrki á skúlanum. Grundarlagið fyri uppalingini er tann kristna menniskjafatanin, og hetta merkir, at tey kristnu virðini eru meiningsskapandi fyri dagliga virksemi skúlans. Virðisgrundarlagið kemur eisini til sjóndar, tá ið tað snýr seg um t.d. sosialar og samfelagsligar uppgerðir.
Tað er umráðandi fyri skúlan at virða tann einstaka og frælsi til at velja lívsáskoðan. Við skúlanum ynskja vit at stimbra og menna næmingarnar bókliga, persónliga og likamliga.
Útgangstøðið verður tikið í tí einstaka næminginum, hvat viðvíkur persónligum og bókligum evnum, har málið er at førka næmingin eitt vet.