Skúlaárið

Á eftirskúlanum Brúnni fært tú tað, tú væntar at fáa! Og tað, tú ikki trúði, tú kundi fáa!

Umframt undirvísing í krøvdum lærugreinum og vallærugreinum:

MEINING, SAMAN, støddfrøði, enskum, føroyskum, donskum, tónleiki, virkin, miðlar, skapandi list, wild life og kokk amokk.

Afturat hesum hava til lagt nakrar spennandi og áhugaverdar vikur og dagar til rættis, har tú verður avbjóðaður á ymiskum økjum.

 

Leiklist

Síðst í novembur fara vit at arbeiða við einum sjálvskrivaðum leiki og framførðslu, saman við ungum frá netverkinum hjá Skovbo efterskole. Vit fáa vitjan av ungum og dugnaligum leikstjórum, sum hava gingið á einum av teim bestu eftirskúlunum innan teatur í Danmark. Vit fara at arbeiða út frá einum evni. Úrslitið verður ein framførðsla, har leikurin verður framførdur við ”spoken word”, leiki, ljósi, media og ljóði. Framsýningin verður 9. novembur á Brúnni.

 

Jól á Brúnni

1. desembur lata vit hurðarnar upp á Brúnni til okkara árliga jólatiltak, har bæði ung og gomul eru vælkomin. Tiltakið er ætlað til at kveikja jólagleðina og til at skapa hugna og geva aftur til umhvørvið, sum vit eru partur av. Vit gleða okkum til jólasølu, jólabásar og eina jólakonsert.

 

Starvsvenjing

Í januar fara næmingarnir í starvsvenjing í eina viku. Málið er, at næmingarnir nema sær kunnleika og koma tættari tí føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Evropa

Í februar verður Evropa okkara spælipláss. Vit fara á námsferð í 12 dagar í Evropa. Hetta fyri at uppliva aðrar mentanir, og vit ætla at vitja tríggjar stórbýir. Vit fara at arbeiða við mentan, samfelag og samkomu. Eisini fara vit at uppliva, at Brúgvin ger mun.

 

Virkis- og stovnsvitjanir

Í lærugreinunum MEINING og SAMAN fara vit ígjøgnum árið at vitja ymisk virkir og stovnar. Eisini fáa vit nakrar gestalærarar á vitjan.

 

Verkstovur

Ígjøgnum árið bróta vit frá vanligu undirvísingini við nøkrum verkstovum. Hesar verða tónleikur, leiklist, vinna og wild life.

 

Litrenning

Á hvørjum árið er ein dagur settur av til litrenning. Næmingarnir renna ein tein, har teir møta avbjóðingum á vegnum, og litir vera kastaðir eftir teimum.

 

Serligir dagar:

Hoppiborgdagur
Opin dagur
Royn ein dag
Matstovukvøld
Be Real (ungdómsmøti) hvørt týskvøld (opið fyri almenningini eina ferð um mánaðin)