Royndir og próvtøkur

Tað eru tvær skrivligar royndir - um heystið og á vári - og so endaligu próvtøkurnar í mai/juni. Í skrivligu royndununum og próvtøkunum í 10. flokki fara næmingarnar bert upp í framseting (stíli) og greiðslurokning.

Næmingurin brúkar sína egnu teldu og má eisini hava egnar oyramikrofonir við.

Á síðsta undirvísingardegi, sum er einaferð síðst í mai fáa næmingarnir at vita, hvørjum tey skulu til munnliga próvtøku í. Fýra lærugreinar verða valdar av Mentamálaráðnum, og næmingurin fer til próvtøku í teimum lærugreinunum, hann hevur av teimum valdu.