Gerandisdagurin

Gerandisdagurin á Brúnni

Gerandisdagurin á Brúnni er skipaður eftir eini tímatalvu, sum næmingar, lærarar og starvsfólk fylgja. Tímatalvan rúmar skúlagongd, samveru, reingerð, songartíð og máltíðum.

Trý slagorð eru inngrógvin í tímatalvuna og virksemið skúlans: at vera saman, at vera virkin og at vera hugbundin.

Frá kl 08:00-16:00 eru næmingarnir í skúla og fáa undirvísing. Næmingarnir skulu vera á felagsøkjunum hesa tíðina. Summar vallærugreinar kunnu tó fella uttanfyri hetta tíðspunkt. 

Eitt vikuskifti um mánaðan eru næmingarnir á skúlanum, tá verður skipað fyri hugna, spølum og útferðum.

Tað er altíð minst eitt starvsfólk á vakt á Brúnni, og hesi eru tøk fyri næmingar, foreldur og onnur, sum vara av skúlanum.  

Um kvøldið verður ofta skipað fyri tiltøkum, kappingum og hugna.

Næmingarnir búgva tvey ella trý saman á einum kamari við vesi og brúsu. Gentur búgva saman, og dreingir búgva saman.

Á Brúnni ynskja vit at læra næmingarnar frælsi við ábyrgd. Tað er ein natúrligur partur av gerandisdegnum, at næmingarnir taka ábyrgd fyri sær sjálvum, fyri øðrum og fyri kørmum skúlans.