Tíðindi
09. 06. 2020

30 umsóknir til Brúnna

30 ung eru áhugað at ganga á Brúnni komandi skúlaár. Eftir mong ár við eini eftirskúlalóg men ongum eftirskúla í Føroyum, so verður skúlaárið 20/21 árið, har lógin verður tikin í nýtslu.

Áhugabólkurin fyri Brúnna - eftirskúlan í Skálavík fegnast um at hava 30 umsóknir til komandi skúlaár.

Umstøðurnar eru góðar á Brúnni, har skúlin liggur í vakrari náttúru. Næmingarnir koma at búgva á 2 manskømurum við wc og brúsu, og skúlin er útgjørdur við øllum hentleikum. Alt hetta saman við ungum og frískum næmingum, vænta vit, kemur at gera skúlaárið ógloymandi.

Í løtuni eru ítøkiligu fyrireikingarnar av ársætlan, tímatalvu og øðrum í gongd.

Um tú hevur spurningar til skúlan, ert tú vælkomin at ringja 231 231.

30.10.2026
So er vikuskifti! :)
Aftaná tvær vikur á skúlanum, eru næmingarnir nú á veg heim í vikuskif…
24.10.2026
Leiksýning
Í dag kl 15 verður ein spennandi leikur vístur her í Skálavík :)Okkara…
09.10.2026
Tilfeingisvikan
Henda vikan hevur verið øðrvísi og spennandi :) Vit valdu at hava ein…
07.10.2026
Matsovukvøld á Brúnni!
Kom á matstovukvøld á Brúnni hóskvøldið! Spennandi matskrá, kostnaður…
02.10.2026
Takk fyri eina góða viku :)
So gera næmingarnir klárt at fara heim í vikuskifti eftir eina hending…