Tíðindi
09. 10. 2026

Tilfeingisvikan

Henda vikan hevur verið øðrvísi og spennandi :)

Vit valdu at hava eina viku á skúlanum, sum vit kalla tilfeingisvika, har vit kunnu hyggja nærri at, hvat Sandoyggin hevur at bjóða.

Mánadagin gekk leiðin til Skopunar, har vitjað var á Grótvirkinum og Spinarínum. Sera áhugavert at síggja og hoyra, hvat tey gera har.

Týsdagin hoyrdu vit fyrst um Heðin Brú, sum jú vaks upp í Skálavík. Síðani gekk leiðin at vitja kirkjuna í bygdini. Ein sera flott kirkja við nógvari søgu; m.a. hongur elsta altartalva í Føroyum inni har, og eisini elsta orgul í Føroyum er har, og ein av okkara næmingum slapp at royna seg á tí ;) Eisini fingu vit vitjan av einum bónda, sum fortaldi um tilfeingi í Føroyum og á oynni, og síðani gekk leiðin niðan til Bakkafrost, har vit fingu ein rundtúr.

Mikudagin vitjaðu vit ein bónda á Sandi, og sóu teir fittu kálvarnir, hann hevur í løtuni :) Eftir døgurða gekk leiðin til Meginskúlan, har vit sluppu at læna køkin, har vit so vaskaðu eplir til matstovukvøldið (hetta vóru eplir, næmingarnir sjálvir hava tikið upp fyri tveimum vikum síðani), og kókaðu rabarbur, sum skuldu brúkast til dessertina til matstovukvøldið. Eftir tað koyrdu vit inn til Sands bygd, har vit hugdu inn í Reyða Kross búðina, hjá Rólanti og fóru í kioskina.

Í gjár, hósdagin, var so stóra matstovukvøldið, har borðreitt var við lokalum rávørum; laksi, eplum, rabarbum og øðrum. Væl varð vitjað, og okkara ungu vóru øll so røsk til at gera kvøldið gott hjá gestunum.

Takk fyri eina góða viku, og vit ynskja tykkum eina góða heystfrítíð!

09.10.2026
Tilfeingisvikan
Henda vikan hevur verið øðrvísi og spennandi :) Vit valdu at hava ein…
07.10.2026
Matsovukvøld á Brúnni!
Kom á matstovukvøld á Brúnni hóskvøldið! Spennandi matskrá, kostnaður…
02.10.2026
Takk fyri eina góða viku :)
So gera næmingarnir klárt at fara heim í vikuskifti eftir eina hending…
25.09.2026
Nú er gott at fáa vikuskifti :)
So nærkast enn ein vika á Brúnni endanum.  Í vikuskiftinum vóru vit á…
18.09.2026
Vikuskiftið byrjar í dag :) :)
So er vikan um at vera av á Brúnni, og vikuskiftið byrjar! ;) Hetta vi…