So eru vit aftur á skúlanum!
So skriva vit 2025, og síðsta hálva av skúlaárinum 24/25 sett í gongd! Tað er gott at hoyra lív aftur á skúlanum, og tað ljóðar sum um, at næmingarnir eru glaðir fyri at síggjast og vera saman aftur ;) Hetta vikuskiftið vera næmingarnir á skúlanum, og fara at hugna sær saman :) Tað er gott at byrja árið við at verða samansjóðað :) Vaktirnar fara at skipa fyri stuttligum aktivitetum, og eisini verður pláss fyri at slappa av og koma upp á pláss aftur á kamarinum og bara at sita og práta og hugna saman við vinum :)
Um bert eina viku fara næmingarnir í starvsvenjing, og síðst í hesum mánaðinum fara vit á námsferð! Nógv spennandi á skránni, og vit vóna, at øll, bæði næmingar og starvsfólk, fara at hava eitt gott og hendingaríkt hálvár her á Brúnni :)
Viðheft eru nakrar myndir frá vikuni áðrenn jólafrítíðina, har jólagalla var á skrá saman við bowling, jólabakstri og øðrum :)