Tíðindi
28. 03. 2025

Nú fóru tvær vikur afturum

Eg plagi at leggja út her hvønn fríggjadag, men síðsta fríggjadag glapp tað, so nú fáa tit myndir frá tveimum vikum :) Tíðin gongur skjótt hesa síðstu tíðina; áðrenn vit vita, so eru páskir, og eftir tað, er lítið eftir av skúlaárinum. So vit royna at njóta dagarnar og hava tað hugnaligt og stuttligt :) Myndirnar vísa, at her hevur verið mangt ymiskt á skránni. Næmingarnir í skapandi list hava verið ein túr í Havn og gjørt leir hjá Kria, og eisini hava tey gjørt pynt til matstovukvøldið, sum verður í komandi viku. Næmingarnir í wild life gjørdu ein 'slip and slide' bana - sera stuttligt ;) Bakikapping hevur eisini verið á skránni í kokk amokk, har tey gjørdu sera flottar cupcakes, og so smakkaðu tær eisini sera væl! Onkrir túrar í náttúruni er tað eisini blivið til, og sjálvandi mugu vindeyguni spulast! Nú eru næmingarnir á veg heim í vikuskifti, og vit gleða okkum at fáa tey aftur í húsið mánadagin! ;) Gott vikuskifti frá Brúnni.

07.10.2026
Matsovukvøld á Brúnni!
Kom á matstovukvøld á Brúnni hóskvøldið! Spennandi matskrá, kostnaður…
02.10.2026
Takk fyri eina góða viku :)
So gera næmingarnir klárt at fara heim í vikuskifti eftir eina hending…
25.09.2026
Nú er gott at fáa vikuskifti :)
So nærkast enn ein vika á Brúnni endanum.  Í vikuskiftinum vóru vit á…
18.09.2026
Vikuskiftið byrjar í dag :) :)
So er vikan um at vera av á Brúnni, og vikuskiftið byrjar! ;) Hetta vi…
11.09.2026
Takk fyri eina góða viku :)
Aftur ein vika farin afturum bak, og um eina løtu fara næmingarnir hei…