Tíðindi
20. 11. 2026

Tvær góðar vikur

Einki varð lagt út síðsta fríggjadag, so her fáa tit ein samandrátt við myndum av tveimum teimum síðstu vikunum á Brúnni :)

Mangt og hvat hevur verið á skránni - m.a. jólahugni, baking, boing bóltar, svimjing og spøl :)

Í síðstu viku høvdu vit "Royn ein dag á Brúnni", har 9. floks næmingar kundu koma at royna ein dag saman við okkara næmingum. Hetta var ein hugnaligur dagur, har meir lív kom í húsið, sum okkum dámar sera væl ;)

Síðsta vika endaði í Tórshavn í svimjihøllini.

Hesa vikuna er blivið bakað til tiltakið Jól á Brúnni, og smákøkur til bygdina. Vit plaga at fara í hvørt hús í bygdini við eini lítlari heilsan og nøkrum jólasmákøkum. Hetta gera vit í komandi viku.

Jólapynt byrjar nú at seta sín dám á húsið, og meir verður pyntað í komandi viku, tá vit av álvara gera klárt til stóra árliga tiltakið "Jól á Brúnni", sum verður 1. des., og har TÚ ert boðin við! ;)

Vikan endaði við eini forkunnugari vitjan hjá Atlantic Airways :)

Takk fyri hesar vikur og vit síggjast í næstu viku! :)

 

20.11.2026
Tvær góðar vikur
Einki varð lagt út síðsta fríggjadag, so her fáa tit ein samandrátt vi…
09.11.2026
Kom og royn ein dag á Brúnni!
Hósdagin 12. november hevur tú møguleikan at royna ein dag á Brúnni :)…
06.11.2026
Takk fyri eina góða viku! :)
So fóru næmingarnir aftur heim í vikuskifti.  Hetta hevur verið ein d…
30.10.2026
So er vikuskifti! :)
Aftaná tvær vikur á skúlanum, eru næmingarnir nú á veg heim í vikuskif…
24.10.2026
Leiksýning
Í dag kl 15 verður ein spennandi leikur vístur her í Skálavík :)Okkara…