Takk fyri eina góða viku! :)
So fóru næmingarnir aftur heim í vikuskifti.
Hetta hevur verið ein deilig vika, har tey byrjaðu mánakvøldið við at pynta jólakøkur saman :)
Týskvøldið var ein signað løta um kvøldið, har næmingarnir skrivaðu bønarevnir og hongdu tey á ein kross, og Pedro leiddi okkum í deiligum lovsangi.
Mikudagin gjørdu tey heimagjørdar oreos, og annars var kiosktúrur og hugni á skránni um kvøldið.
Hósdagin vóru næmingarnir í wildlife til Havnar at boksa! Tey eru so røsk, og tað er stuttligt at síggja tey uttanfyri 'tað vanliga', har tey sleppa at royna seg við øðrvísi tingum. Um kvøldið vóru felagsspøl á skránni.
Í dag, fríggjadagin, gekk leiðin til Havnar, har vit hava vitjað MBM og sæð teirra virki, og síðani vitjaðu vit MEST. Eitt, sum skúlin ynskir, er at vísa á, hvat hendir úti í samfelagnum hjá okkum. At vitja virkir og hoyra um og síggja, hvat tey gera, er spennandi og lærir okkum um okkara samfelag.
Takk fyri eina góða viku, og vit síggjast eftir vikuskiftið! :)