Tíðindi
21. 08. 2026

Fyrsta vikan á Brúnni 26/27 :)

So fór fyrsta vikan afturum :) Fyrstu vikuna verður altíð dentur lagdur á samansjóðing, so næmingabólkurin gerst góður og øll gerast ein partur av felagsskapinum. Eg má siga, at eg haldi, tað hevur eydnast væl hesa vikuna. Sum myndirnar vísa, so hevur vikan bjóðað upp á súkklutúrar, "capture the flag", leypa á sjógv, kakukapping, og onnur spøl :) Eisini høvdu vit okkara fyrsta Be Real týskvøldið, sum er ungdómsmøtið á skúlanum. Tá deildi Gunnvá Debes Joensen sín vitnisburð, og Pedro leiddi lovsongin. Eisini vóru vit ein túr í grillsmáttuni eitt kvøldi og royndu okkum við snúribreyði og s'mores ;) Felagsskapurin hesa vikuna hevur verið í topp! Nógvir eru møguleikarnir á Brúnni! 

Í morgun hava næmingarnir rudda og vaska kømur og skjótt gongur leiðin heim í vikuskifti. 

Gott vikuskifti har úti :)

09.10.2026
Tilfeingisvikan
Henda vikan hevur verið øðrvísi og spennandi :) Vit valdu at hava ein…
07.10.2026
Matsovukvøld á Brúnni!
Kom á matstovukvøld á Brúnni hóskvøldið! Spennandi matskrá, kostnaður…
02.10.2026
Takk fyri eina góða viku :)
So gera næmingarnir klárt at fara heim í vikuskifti eftir eina hending…
25.09.2026
Nú er gott at fáa vikuskifti :)
So nærkast enn ein vika á Brúnni endanum.  Í vikuskiftinum vóru vit á…
18.09.2026
Vikuskiftið byrjar í dag :) :)
So er vikan um at vera av á Brúnni, og vikuskiftið byrjar! ;) Hetta vi…