Tíðindi
25. 09. 2026

Nú er gott at fáa vikuskifti :)

So nærkast enn ein vika á Brúnni endanum. 

Í vikuskiftinum vóru vit á ungdómskafé í missiónshúsinum á Sandi, har nakrir av okkara næmingum framførdu ein sang. Tað var so gott.

Annars var spæl og hugni á skránni í vikuskiftinum. Umframt góður matur. Í vikuskiftinum fáa vit altíð lekran brunch leygar- og sunnumorgun.

Í gjár vóru tey, ið hava wildlife og royndu styrki í Burn Klassik í Havn. Og listanæmingarnir byrjaðu upp á jólaprýði saman við Lív.

Í morgun kom Vinjard Magnussen og helt fram frá í síðstu viku og tosaði um politik við næmingarnar. 

Takk fyri hesuferð og vit ynskja tykkum eitt gott vikuskifti!

25.09.2026
Nú er gott at fáa vikuskifti :)
So nærkast enn ein vika á Brúnni endanum.  Í vikuskiftinum vóru vit á…
18.09.2026
Vikuskiftið byrjar í dag :) :)
So er vikan um at vera av á Brúnni, og vikuskiftið byrjar! ;) Hetta vi…
11.09.2026
Takk fyri eina góða viku :)
Aftur ein vika farin afturum bak, og um eina løtu fara næmingarnir hei…
06.09.2026
Matstovukvøld mikukvøldið 9. sep
Kom til matstovukvøld, har matskráin verður meksikonsk, á Brúnni í Ská…
04.09.2026
Takk fyri eina góða viku
Aftur ein góð vika farin aftur um bak :)  Týskvøldið var Marjun Garðs…