Tíðindi
28. 08. 2026

So er vikuskifti!

Aftur ein góð vika farin afturum á Brúnni. Umframt lærugreinarnar á tímatalvuni, hevur verið pláss fyri nógvum stuttligum aktiviteti hesa vikuna ;) 

Áðrenn summarferiuna byrjaðu næmingar á Brúnni at prýða spæliplássið í bygdini. Hetta er ein liður í, at Brúgvin vil gera mun, so vit spurdu borgarstjóran, hvussu Brúgvin kann gera mun fyri Skálavík. Og soleiðis kom í lag, at næmingar á Brúnni fóru í gongd við at fáa tað áður brúna og óinterisanta spæliplássið litfagurt. Hesa vikuna hildu næmingarnir 26/27 so áfram, og tað sær so gott út! Enn er ikki heilt komið á mál, og tað verður allarhelst gjørt heilt liðugt í vár.

Í Kokk Amokk hesa vikuna var pitsa á skránni, sum næmingunum dámdi sera væl ;)

Í gjár fóru næmingarnir at rógva kajak og síðani royndu tey seg við sínum listarliga útrykkið ;)

Í dag, fríggjadagin, hava tey verið umborð á Logos Hope og vitjað. Síðani bleiv dagurin brúktur í Havn, áðrenn tey fara á ungdómsmøti umborð, áðrenn leiðin gongur suður aftur, tí hetta vikuskifti vera tey á skúlanum.

Vit ynskja tykkum eitt gott vikuskifti!

09.10.2026
Tilfeingisvikan
Henda vikan hevur verið øðrvísi og spennandi :) Vit valdu at hava ein…
07.10.2026
Matsovukvøld á Brúnni!
Kom á matstovukvøld á Brúnni hóskvøldið! Spennandi matskrá, kostnaður…
02.10.2026
Takk fyri eina góða viku :)
So gera næmingarnir klárt at fara heim í vikuskifti eftir eina hending…
25.09.2026
Nú er gott at fáa vikuskifti :)
So nærkast enn ein vika á Brúnni endanum.  Í vikuskiftinum vóru vit á…
18.09.2026
Vikuskiftið byrjar í dag :) :)
So er vikan um at vera av á Brúnni, og vikuskiftið byrjar! ;) Hetta vi…