Tíðindi
11. 09. 2026

Takk fyri eina góða viku :)

Aftur ein vika farin afturum bak, og um eina løtu fara næmingarnir heim í vikuskifti. 

Hesa vikuna var fyrsta matstovukvøldið á skúlanum! Tá bjóða vit fólki inn á skúlan at keypa sær mat. Tá sleppa næmingarnir veruliga at royna seg og læra eitt sindur um, hvat krevst at skipa fyri tiltøkum. Fyrst skal húsið gerast klárt; borð stillast og hølið pyntast. Onkur hjálpir í køkinum, onkur vaskar upp, onkur er tænari, onkur tekur ímóti fólki og vísir teimum til borðið osfr. Nógvar eru uppgávurnar fyri at eitt tílíkt kvøld skal eydnast. Næmingarnir vóru so raskir og stuttligt var at bjóða eini 90 fólkum inn á Brúnna :) Eit væleydnað kvøld :)

Í gjár gekk leiðin til Havnar at svimja. Tað er altíð gott ;)

Vit av Brúnni siga 1000 takk fyri hesa vikuna og ynskja tykkum øllum eitt gott vikuskifti :)

11.09.2026
Takk fyri eina góða viku :)
Aftur ein vika farin afturum bak, og um eina løtu fara næmingarnir hei…
06.09.2026
Matstovukvøld mikukvøldið 9. sep
Kom til matstovukvøld, har matskráin verður meksikonsk, á Brúnni í Ská…
04.09.2026
Takk fyri eina góða viku
Aftur ein góð vika farin aftur um bak :)  Týskvøldið var Marjun Garðs…
28.08.2026
So er vikuskifti!
Aftur ein góð vika farin afturum á Brúnni. Umframt lærugreinarnar á tí…
21.08.2026
Fyrsta vikan á Brúnni 26/­27 :)
So fór fyrsta vikan afturum :) Fyrstu vikuna verður altíð dentur lagdu…