Tíðindi
29. 06. 2022

Hvat sigur John um lívið á Brúnni

Tá eg søkti inn á Brúnna, visti eg slettis ikki hvussu tað fór at verða. Eg visti bara hvussu økið sá út, tí eg hevði verið á Hotel Skálavík. 

Eg bíðaði spentur til 17.august. Tá dagurin endiliga kom, helt eg tað vera dreymur, og trúði tí ikki. 

Eg var 15 ára gamal og hevði ongantíð verið longri enn ein dag vekk frá mínum foreldrum. So frá degi til dags skuldi eg liva uttan foreldur, teir dagarnar eg var har. Upplivingarnar, sum eg fekk á Brúnni, kunnu ikki fáast aðrastaðni. 

Tað sum gjørdi tað so gott fyri meg var, at øll vóru opin fyri nýggjum fólkum. Mamma mín hevur altíð sagt “Um tú vilt hava tað stuttligt saman við øðrum, so skalt TÚ eisini gera tín part” 

Tað sum gjørdi alt stuttligt fyri meg á Brúnni var, at øll vóru mega fitt og stuttlig at vera saman við. Og nú má eg ikki gloyma starvsfólkini. Starvsfólkini vóru nøkur WELL fólk, sum ein klaksvíksingur hevði sagt. Tey gera eitt stórt arbeiði fyri at næmingarnir skulu hava tað gott. Og tá ið tú hevur brúk fyri at tosa um okkurt, sum tú ert kedd/ur av, so eru tey har beinavegin, tí tað er altíð onkur har á staðnum.


John Hammer

25.09.2026
Nú er gott at fáa vikuskifti :)
So nærkast enn ein vika á Brúnni endanum.  Í vikuskiftinum vóru vit á…
18.09.2026
Vikuskiftið byrjar í dag :) :)
So er vikan um at vera av á Brúnni, og vikuskiftið byrjar! ;) Hetta vi…
11.09.2026
Takk fyri eina góða viku :)
Aftur ein vika farin afturum bak, og um eina løtu fara næmingarnir hei…
06.09.2026
Matstovukvøld mikukvøldið 9. sep
Kom til matstovukvøld, har matskráin verður meksikonsk, á Brúnni í Ská…
04.09.2026
Takk fyri eina góða viku
Aftur ein góð vika farin aftur um bak :)  Týskvøldið var Marjun Garðs…