Tíðindi
27. 07. 2022

Øll ynskja at eydnast

Tað kann vera avbjóðandi at verða ungur í 2022.

Men ”øll ung ynskja at eydnast”. Eftirskúlin Brúgvin bjóðar til ein spennandi fyrilestur í Auluni í Finsen, Tórshavn. Hóskvøldi 4 august kl. 19:30. 

Fyrrverandi eftirskúlaleiðari Jan Dufke kemur at greiða frá ungdóms- og eftirskúlalívi. Tiltakið snýr seg um, hvussu gevandi eitt ár á eftirskúla kann vera. Jan fer at greiða frá, hvat eitt eftirskúlaár kann gera fyri menning og búning hjá tí unga. Jan hevur 37 ár á baki í eftirskúlahøpi á tveimum eftirskúlum í Danmark. Jan var við til at byrjað eftirskúlan Skovbo, og har hevur hann starvast í 24 ár sum leiðari. Eftirskúlin Skovbo hevur ment seg til at vera ein populerur tónleika- og kreativur skúli. Her eru fleiri ung, sum eru byrja at blóma og hava ment seg, og í dag eru tey professionellir tónleikarar, nøkur teirra skriva egin løg og sangir. Samstundis hava tey fingið dirvið, og hava ment seg í einum kristnum umhvøri.

Jan hevur skrivað bókina ”Alle unge vil gerne lykkedes” saman við einum av sínum samstarvsfelagum, sum eisini er eftirskúlaleiðari. Bókin er kend í eftirskúlahøpi og talar fyri anda, kreativiteti, fjølbroytni í arbeiðinum við at fáa tann unga til at trívast og mennast.

Jan hevur tveir fyrrverandi næmingar við sær: Kezia Fuglø og Tobias Callensen. Tey fara at greiða frá, hvørja ávirka eftirskúli hevur havt á tey. Kezia hveur familju í Føroyum og gleðir seg at koma aftur til røturnar. Dagliga lesur hon retorik á Københavns Universitet.

Tobias arbeiðir við tónleiki. Hann varð saman við bólkinum Confession nr. 2 til tað Danska Melodi granprix við sanginum ”Halleluja”. Kanska fer hann at framføra nøkur løg. :) 

Til endans fer Erika K. Winther eftirskúlaleiðari, at greiða frá um hvussu eitt spennandi skúlaár á eftirskúlanum Brúgvin sær út.

- Felagskapur

- Ein ferð í Evropa

- 4 spennandi vikur við ørvísi undirvísing

Enn er pláss til at tilmelda seg á. Eisini er møguleiki at fáa eitt prát við okkum aftaná. 

 

18.09.2026
Vikuskiftið byrjar í dag :) :)
So er vikan um at vera av á Brúnni, og vikuskiftið byrjar! ;) Hetta vi…
11.09.2026
Takk fyri eina góða viku :)
Aftur ein vika farin afturum bak, og um eina løtu fara næmingarnir hei…
06.09.2026
Matstovukvøld mikukvøldið 9. sep
Kom til matstovukvøld, har matskráin verður meksikonsk, á Brúnni í Ská…
04.09.2026
Takk fyri eina góða viku
Aftur ein góð vika farin aftur um bak :)  Týskvøldið var Marjun Garðs…
28.08.2026
So er vikuskifti!
Aftur ein góð vika farin afturum á Brúnni. Umframt lærugreinarnar á tí…