Tíðindi
27. 09. 2022

Fyrilestur á Brúnni, eftirskúlanum í Skálavík

Vika 40 er ABC vika og tá er upplagt at fara til fyrilestur, sum setur sjónareyku á ung fólk og teirra trivnað.

Vit bjóða til sera áhugaverdan fyrilestur á Brúnni 5.okt kl.19, undir heitinum “Øll ung ynskja at eydnast”

Tað er danin Jan Dufke, sum er fyrilestrarhaldari og sum eisini hevur sam-skrivað bókina “Alle unge vil gerne lykkes” saman við Jesper Oehlenschlager.

Jan hevur drúgvar royndir á eftirskúlaøkinum og hevur stovnað og verið leiðari á Skovbo efterskole í 24 ár.

Um tú arbeiðir við ungum menniskjum, ert foreldur, ella hevur áhuga í at ung fólk hava tað gott, so er at koma ein túr til Skálavíkar hetta kvøldið.

Teistin siglur av Gl Rætt kl. 17:20 og úr Skopun aftur kl. 20:40 og kl. 22:30

Vit gleða okkum til eitt gott og gevandi kvøld á Brúnni.

Jan Dufke tekur farloyvið hjá Eriku Winther, skúlaleiðara á Brúnni, frá 6.okt í ár og til 25.juni 2023.

09.10.2026
Tilfeingisvikan
Henda vikan hevur verið øðrvísi og spennandi :) Vit valdu at hava ein…
07.10.2026
Matsovukvøld á Brúnni!
Kom á matstovukvøld á Brúnni hóskvøldið! Spennandi matskrá, kostnaður…
02.10.2026
Takk fyri eina góða viku :)
So gera næmingarnir klárt at fara heim í vikuskifti eftir eina hending…
25.09.2026
Nú er gott at fáa vikuskifti :)
So nærkast enn ein vika á Brúnni endanum.  Í vikuskiftinum vóru vit á…
18.09.2026
Vikuskiftið byrjar í dag :) :)
So er vikan um at vera av á Brúnni, og vikuskiftið byrjar! ;) Hetta vi…