Tíðindi
03. 11. 2022

Tað er trupult á ein annan hátt, at vera ungur í dag… Í Føroyum… í Danmark…

Tað er trupult á ein annan hátt, at vera ungur í dag… Í Føroyum… í Danmark…

Men vit vilja so fegin eydnast.

Hetta er heitið á leiksýning, sum næmingar á Brúnni, eftirskúlanum í Skálavík og næmingar á Skovbo efterskole í Danmark hava gjørt. Á báðum eftirskúlunum, hava tey arbeitt við ungdómsmentan í 2022 og tey hava skrivað ráðar tekstir. Úrslitið av hesum er ein leikur, sum verður spældur tvær ferð í Føroyum og tvær ferð í Danmark.

Ungdómsmentan er heimsumfatandi. Bæði í Skálavík (Føroyum) og í Slimminge (Danmark) hava tey fartelefonir, tey sveima á sosialum miðlum og uppliva, at tað kanska ikki bara er torført – men torført á ein øðrvísi hátt, at vera ungur í dag.

Tað eru ikki longur eins nógv forboð. Ung vita væl at tað eru fríar rammir, men í staðin fyri forboð, har tað er ymiskt, sum tú ikki sleppur at gera, so er tað ymiskt sum tú eigur at gera:

-         Tú skalt hava eina útbúgving

-         Eina langa útbúgving

-         Røttu útbúgving

-         Eina útbúgving, sum tú sjálv/ur ynskir

-         Tú skalt brenna fyri tí

-         Tú skalt liva leingi

-         Tú skalt hava ein sunnan lívsstíl

-         Tú skalt hugsa jaligt og lýta frameftir

-         Tú skalt íðka

-         Tú skalt halda teg dagførdan og gevast við at hugsa ov nógv

-         Tú skal vera sosialur, men minnast til at hava tíð sjálv/ur

-         Tú skalt vera serstakur, men ikki øðrvísi

-         Tú skalt vera øðrvísi enn hini, men ikki løgin

-         Tú skalt raðfesta arbeiði og minnast til at hava tíð saman við familjuni

-         Tú skalt halda vreiðini inni og fáa tankameldurin út

-         Tú skalt halda blóðtrýstinum niðri og tí góða lagnum uppi

-         Tú skalt bjarga umhvørvinum

-         Tú skalt verða tann besta útgávun av tær sjálvum

 

Ung eru greið yvir at tey hava møguleikarnar. Men frælsi gevur avmarkingar. Hvussu kennist tað, at halda kós í eini frumskóg av møguleikum? Vit halda fast við, at vandi er á ferð – Hvat hendir, tá ein roynir sítt besta og kortini ikki kemur á mál? Hvat hendir, tá avrik er tað ónevnda mantra í eini ungdómsmentan? Man skikkar sær væl og ger ikki uppreistur. Ung hava skikkað sær ósømuliga væl í korona kreppuni. ”Nú hevur tú ítrótt” varð sagt á Zoom…. Legg eina hosu saman og royn at raka ruskspannuna. Royn aftur. Hetta eigur at føra til uppreistur, men í staðin tillagaðu fleiri av teim ungu seg til henda dagligdagin.

Tað er torført á ein øðrvísi hátt, at vera ungur í dag. Angist, OCD, ADHD eru sjúkugreiningar sum eksplodera ímillum ung fólk nú á døgum. Tey eru ikki skúlatroytt, men útkoyrd. Trýstið ger at nøkur ung koma heilt út á eggini hartil og orka  ikki meir.

Úr lýsingarheiminum ljóðar avbjóðingin: Kom, tú megnar tað, just do it, halt munn og kyss

Í hesi verkætlanini, eru okkara ungu farin á eina rannsóknarferð í ungdómsmentanini 2022 og tey hava sett spurningin; Eru líkleikar og munir í ungdómsmentanini í Føroyum og í Danmark?

Tey ungu hava m.a skrivað út frá hesum setningunum

-         Eg eri

-         Eg elski

-         Eg óttist

-         Eg droymi um

 

Í hesum marknaðar og vakstrar orienteraða samanhangi, sum ung eru partur av í dag, hava vit eisini spurt um tað er nøkur ”vaksina” -ikki ímóti korona, men ímóti eini mentan, har alt snýr seg um avrik, sum so skapar ótrygg ung, sum stríðast við skomm.

Á skúlum við einym kristnum virðisgrundarlagi meta vit, at vaksinan kann finnast í ”at tað er okkurt, sum er størri enn vit sjálvi” Ein Gud, sum elskar okkum treytaleyst og sum kann verða eitt fundament í einum ørkymlaðum og ótryggum heimi, har vit ikki nýtst at vera óttafull um ivan og tað at vit ikki røkka til. Har hetta grundalagið er kærleikin, sum er knýttur at mær – júst sum eg eri

 

Verkætlanin er gjørd við íblástri úr tveimum bókum:

-         Utilstrækkelig, har nýggi moralurin ger ung sálarliga sjúk -Christian Hjortkjær

-         Alle unge vil gerne lykkes -Jan Dufke og Jesper Oehlenschlaeger

 

Næmingar og starvsfólk á eftirskúlanum Brúgvin og á Skovbo Efterskole

 

Vit gleða okkum at síggja fleiri fólk á Brúnni, leygardagin 19.nov. kl 19:00, har vit fara at frumframføra.

Frá kl.17:00 til 18:30, verður møguligt at keypa góða matin, sum okkara dugnaligi kokkur ger. Matskráin er høsnarungi í karry og rís.

Eisini verður møguligt at tosa við fólkið á Brúnni.

Sunnukvøldið 20.nov. kl.19:00 verður onnur sýning, hesuferð í City Church í Havn.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!

04.01.2024
Opið hús og Royn ein skúladag á Brúnni
20 februar er Opið hús á eftirskúlanum, har møguleiki verður at síggja…
01.11.2023
Tíðindastubbi 01-11-2023
Vit eru komin væl í gongd við skúlaárið 2023/2024.Í dag er Allahalgann…
18.06.2023
Ein væleydnaður dagur
So var síðsti skúladagur av. Ein væleydnaður dagur. Vit takka fyri e…
13.06.2023
Nú nærkast endanum
Nú nærkast endanum av triðja ári á Brúnni, eftirskúlanum í Skálavík.…
09.06.2023
Møtið Jóhan
  Umsókn til Brúnna, 10. flokk - TILMELDING