Tíðindi
17. 02. 2025

NÁMSFERÐIN 2025

Fyri góðari viku síðani komu vit aftur frá einum fantastiskum túri! Leiðin gekk fyrst til Keypmannahavnar, har vit m.a. vitjaðu Skovbo Efterskole og sýndu okkara leik. Síðani flugu vit til London, har vit upplivdu eina rúgvu! Vit vóru m.a. til musical, í London Eye, í Wembley Arena, Westminister Abbey, vitjaðu Hillsong Church og sjálvandi shopping á Oxford Street! ;) Eisini sóu vit Big Ben og Buckingham Palace. Vit rundaðu túrin av í Rom, har vit vitjaðu Colosseum, Forum Romanum, Pæturskirkjuna, Vatikanið, Pantheom og sóu flottar kirkjur eisini! Ein uppliving eisini bara at ganga í býnum og eta á hugnaligum italienskum støðum ;) Alt í alt ein sera væleydnaður túrur, og vit komu heim fleiri góðar upplivingar ríkari! 

02.05.2025
Ein sólrík vika :)
Byrjanin av hesi vikuni bjóðaði upp á nógva sól :) Her eru nakrar mynd…
25.04.2025
Fyrsta vikan eftir páska­frítíð­ina liðug
Páskini eru farin aftur um bak, og skúlin er væl í gongd aftur. Hetta…
11.04.2025
So bleiv páskaferia! :)
Eftir nógvar hugnaligar løtur hesa vikuna (og nokk eisini onkrar minni…
04.04.2025
Ein rík vika
Nógv er hent her á Brúnni hesa vikuna! Vit byrjaðu sunnukvøldið við ei…
28.03.2025
Nú fóru tvær vikur afturum
Eg plagi at leggja út her hvønn fríggjadag, men síðsta fríggjadag glap…