Tíðindi
04. 04. 2025

Ein rík vika

Nógv er hent her á Brúnni hesa vikuna! Vit byrjaðu sunnukvøldið við einum føðingardagsbarni, mánakvøldið bakaðu nakrir næmingar til kvøldardrekka, og eisini hevur hugni, spøl og túrar verið á skránni. Mikukvøldið sungu tey í Sands kirkju. Hósdagin vóru næmingarnir í wild life og róðu kajak! Týskvøldið var matstovukvøld við temanum "American Barbeque" :) Næmingarnir høvdu gjørt pynt og hjálptu til við ymiskum; summi gjørdu klárt, stillaðu borð o.a., summi vóru tænarar, summi hjálptu við at gera mat, meðan onnur vaskaðu upp og annað. Tey vóru avbera røsk og kvøldið var ein success við 160 vælnøgdum gestum :) Ynskir tú at uppliva eitt matstovukvøld her á Brúnni, er bara at fylgja við her á heimasíðuni ella á facebook ella instagram vanganum.

 

 

08.05.2026
Nú byrjar vikuskifti á Brúnni! :)
Henda vikan er liðug, men næmingarnir eru enn á skúlanum og fara at hu…
24.04.2026
Tvær góðar og ríkar vikur
Síðsta vikuskifti vóru næmingarnir á skúlanum; tvs. at tey hava verið…
10.04.2026
So vóru vit aftur í gongd!
So vóru vit aftur her eftir páskaferiuna! Veðrið hevur verið eitt sind…
26.03.2026
Páska­ferian stendur fyri framman
Longu páskaferia! Minni enn tríggir mánaðir eru eftir av skúlaárinum.…
19.03.2026
Royn ein dag og mangt annað
Herfyri var "Royn ein dag á Brúnni". Eini 30 8. og 9. floks næmingar v…