Tíðindi
21. 02. 2025

Enn ein hendingarík vika :)

Henda vikan byrjaði við, at næmingarnir í Kokk Amokk stóðu fyri nátturðanum og drekkamunninum mánakvøld. Nátturðin bleiv til døgurða, og vit fingu ikki færri enn tveir rættir! Lekran pastarætt og høsnaburgarar. Tað smakkaði sera væl! Til drekka seinni á kvøldið fingu vit flottar cookies og tiramisu, og so hildu næmingarnir, at vit eisini skuldu gera mocktails. Ein fest eitt vanligt mánakvøld! ;) 
Henda vikan hevur eisini bjóðað upp á eina vitjan hjá listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir á Eiði, har hon bjóðaði okkum inn í sítt flotta atelier - sera áhugavert at síggja og hoyra frá henni. Hon gav eisini skúlanum eina signeraða bók :) Ímeðan spældu næmingarnir í Wild Life boing fótbótbólt :) Tað er ongantíð keðiligt á Brúnni! 
Nú eru næmingarnir farnir heim í vikuskifti, og vit síggjast aftur sunnukvøldið.

02.05.2025
Ein sólrík vika :)
Byrjanin av hesi vikuni bjóðaði upp á nógva sól :) Her eru nakrar mynd…
25.04.2025
Fyrsta vikan eftir páska­frítíð­ina liðug
Páskini eru farin aftur um bak, og skúlin er væl í gongd aftur. Hetta…
11.04.2025
So bleiv páskaferia! :)
Eftir nógvar hugnaligar løtur hesa vikuna (og nokk eisini onkrar minni…
04.04.2025
Ein rík vika
Nógv er hent her á Brúnni hesa vikuna! Vit byrjaðu sunnukvøldið við ei…
28.03.2025
Nú fóru tvær vikur afturum
Eg plagi at leggja út her hvønn fríggjadag, men síðsta fríggjadag glap…